Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Hjalmar Klein Olsen skal venja menninar hjá VÍF komandi kappingarár.

Tað boðar VÍF frá á sínum facebook vanga.

Hjalmar hevur verið venjari í ár saman við Inga Olsen, men nú Ingi Olsen hevur valt burturav at taka sær av at venja kvinnurnar, skal Hjalmar standa við ábyrgdini at venja menninar.

Hjalmar Klein Olsen var í fleiri ár ein av stuðlunum á VÍF liðinum. Seinni hevur hann verið virkin sum venjari í nógv ár, millum annað hjá besta mansliðnum hjá Kyndli og VÍF.

Í 2016 var Hjalmar saman við Inga Olsen venjari hjá U18-landsliðnum og í 2017 var Hjalmar saman við Mark Marcher settur sum venjari hjá U20-landsliðnum, sum skal til EM-kapping í Makedonia í juli 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo