Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað eru nokk so nógv sum í hesum døgum síggja út til í øllum førum at hava eina greiða meining um fiskivinnuna, og hvussu hon skal skipast og mennast og verða okkum øllum at gagni.

Eg skilji ikki longur tey uppskotini sum fyriliggja, so tað mugu so onnur serkøn fólk royna at greina.

Men eitt dugi eg, og tað er at rokna tøl.

Tað gongur rímiliga væl at leggja saman og draga frá, ikki heilt eiðasørt dugi eg at falda og eisini at býta.

Nú er fiskimálaráðharrin firtin inná onkur tøl sum eru komin undan kavi, sum ongin kanska enn hevur sæð.

Men lat tað fara.

Eg havi hugt at teimum tølunum, sum eg havi skil á, og tað er Útrokningargrundarlagið fyri veiðigjald. Sum so ikki so trupult at gjøgnumskoða.

Søluvirði býtt við tonsum, gevur ein avreiðingarprís í kr/kg.

Hetta ger man fyri øll fiskasløg í viðkomandi bólki.

Síðan verða útreiðslurnar sambært rokniskapunum fyri henda bólkin býttar út á hvørt fiskaslagið sær, fyri at koma til eitt úrslit áðrenn rentur.

Frá hesum verður so drigið eitt Normal avkast, sum er 10% av samlaða virðinum, og Útrokningargrundarlagið liggur klárt.

Hetta talið verður gjørt um til Kr/kg, veiðigjaldið liggur klárt, tá 70% er útroknað.

So far so good.

Nú skuldu øll verið glað, men tað eri eg als ikki.

Orsøkin er einføld hon, at í uppskotinum til Veiðigjald stendur á síðu 5, at inntøkur frá fiski (og vøru sum er virkað umborð) verða taldar við.

Um hetta ljóðar torskilt, so kann eg siga, at ein góðska sild sum kostar 6 krónur fer í sama pott sum ein fesk sum kostar 2,80 krónur.

Potturin sum skal verða útrokningargrundarlagið fyri veiðigjaldinum.

Sama er galdandi fyri framleiðslu av mjøli og lýsi, og makreli o.s.fr.

Við øðrum orðum:

Meirgóðsking av uppisjóvartilfeingið á sjónum, viðførir at veiðigjaldið fer upp.

Skil tað hvør í skilja kann.

So kann Landstýrismaðurin verða firtin um onkur tøl sum hann ikki trýr uppá. Men hesi tølini eru røtt, sum eg viðgerði, og tey fara at viðføra, at tað als ikki gevur meining at góðska umborð, heldur enn á landi.

Og so hoyrdi eg Ingolf Sólheim Olsen, sum burdi verið sera skilagóður á hesum økinum, á tingsins røðarapalli siga, at ongin verður revsaður.

Jú, mín sann verða øll revsaði, sum framleiða og góðska fiskin umborð, tí tað vil viðføra eitt hægri veiðigjald.

Ella er tað eg, sum fullkomiliga havi mist tann reyða tráðin her.

Pól Huus Sólstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo