Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Onnur tíðindi

Á myndini frá vinstru: Claus Højgaard, Eystan Elisson, Maj-Britt Winter Hentze Jacobsen frá Hjálparfólkafelagnum og Helgi L. Petersen og Joan Stampe frá Betri.

Skilnaðurin ímillum Pedagogfelagið og ein part av hjálparfólkunum, sum herfyri vendu felagnum bakið tí tey kendu seg sett til viks, tykist vera endaligur.

Føroyar hjálparfólkafelag boðar í morgun frá, at tey nú hava gjørt avtalu við Betri um trygging og pensjón.

- Avtalan er bíligari og betri enn tann, sum Pedagogfelagið kann bjóða sínum limum, sigur felagið í boðunum, og eggjar samstundis hjálparfólkum kring landið at melda seg inn í Hjálparfólkafelagið.

- Nýggja tryggingin hjá Betri dekkar eisini í skiftistíðini frá tí gomlu í Lív til ta nýggju hjá Betri. Úrmeldingin skal gerðast áðrenn 1. í hvørjum mánaði fyri at koma í gildi mánaðin eftir, sigur felagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo