Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Vit eru nógv, sum saman við vágaportalinum undrast yvir ta undarliga skinklutu, nærmast surrealistisku talarastóls-konstruktiónina á landsfundinum hjá tjóðveldistum í Hovi. 

Tann spinkla konstruktiónin ber ikki akkurát boð um tekniskt uppfinnsamar knassar ella inventivar jassar í loysingarrørsluni. 

Hon kundi gott verið projekterað á einum tekniborði í tí farna Sovjett, Norður-Korea ella tí fyrrverandi Albanska kommunist-paradisinum. 

Onkur tjóðveldistur mátti havt so frægt handarlag, at teir designaðu eina frægari konstruktión enn hasa komisku uppstáplingina, nú teir hildu sín síðsta bombastiska halleluja-fund áðrenn valgið.

Tjóðveldis-førarin sá so vilstur og fortvivlaður út, sum hann stóð krýkin og bíndi niður á ein krakk, sum var ovastur í tí republikønsku konstruktiónini.  

Kundi eingin hegnigur hovbingur havt hjálpt loysingum við einum hampiligum røðarapalli ella kundi man ikki havt camouflerað og krógvað skommina við einum hóskandi stórum plaggi, sum fjaldi handa fjákuta varðan av óruddi?

Tá ið man fæst við symbolpolitikk hvønn tann einasta dag, mátti man havt meira ans fyri symbolum, har tey eru so grefliga sjónsk, sum á einum røðarapalli.  

Loysingar senda eitt týðuligt symbolskt signal út til alt Europa, at teir eru so eiðasørir, at teir ikki klára at organisera eina "festliga" stevnu við teimum neyðugu rekvisittunum, sum í allarminsta lagi hoyra til millum vaksin og mentaði fundarfólk. 

Eisini á hesum simpla praktiskt organisatoriska øki dumpaðu teir, men kortini breggja teir skammleysir av, at teir vilja LOYSA og taka tað økonomiska grundarlagið undan sínum sakleysu landsmonnum! 

Hvat billa sovorðnir hjálparleysir skølingar sær inn?   

Men hesir óhegnigu politisku dilettantar eru kortini, sum loysingum vant, til kærkomið og smáfnisandi  undirhald fyri tey, sum treingja til eitt fløvandi mánadagsbros, áðrenn tey noyðast til seriøst arbeiði.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo