Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Mítt tastatur

Niðurstøðurnar hjá donskum myndugleikum um at grein 14, stk. 2 er yvirtikin eru reint politiskar.

Niðurstøðurnar botna í, at danskir myndugleikar ikki vilja taka støðu til at avtaka nevndu lógargrein, tí lógarbroytingin í veruleikanum bert hevur eitt endamáli: at diskriminera tey samkyndu út úr fólkakirkjuni.

Tað er reint møsn at tosa um, at ein ávís grein í hjúnabandslógni nú “er yvirtikin”, tí fólkakirkjan er yvirtikin.

Slík tulking er ikki sædd áður, og kann viðføra heilt óvanligar fylgjur.

Verður henda tulking løgd til grund, skula løgfrøðingar nú til at tulka allar møguligar aðrar lógir fyri at “pilka burtur úr”, hvat nú er yvirtikið og hvat ikki er yvirtikið.

Alt botnar í einum politiskum stríði.

Tey samkyndu vilja hava “líkarætt”, nevniliga, at tey skula giftast á jøvnum føti við onnur.

Men hetta skal ikki kunna ganga fyri seg í kirkjuni, og tí skal hjúnabandslógin broytast.

Løgtingið samtykkjur eina broyting í eini ríkislóg (hjúnabandslógin) undir teirri treyt, at grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini verður broytt.

Tá løgtingið samtykti hetta ríkislógartilmæli væntaðu øll, at danskir myndugleikar skuldu seta broyttu ríkislógina í gildi.

Tað er einki at ivast í, at danskir myndugleikar síggja ein stóran trupulleika í at seta eina ríkislóg í gildi í Føroym við einum beinleiðis endamáli at diskriminera tey samkyndu úr kirkjuni.

Allir løgfrøðingar vita, at “diskriminasjón” er sera vandamikil, og tað kann henda, at mannarættindadómstólurin kemur til, at tað also ikki í 2017 er loyvt av einum lóggávuvaldi at samtykkja eina lóg, sum hevur beinleiðis til endamáls at diskriminera, nevniliga, at tey samkyndu ikki skulu hava somu rættindi í eini statskirkju sum øll onnur hava.

Danskir mynduglekar fáa ein sjálvsagdan trupulleika.

Hvussu loysa vit henda trupulleika?

Onkur fær tað geniala hugskotið:

Vit nýtast als ikki at taka støðu til hetta. Grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin.

Hokus pokus: føroyingar, tit mugu sjálvir avgreiða henda trupulleika.

Løgfrøðisliga er tað ein stórur trupulleiki, at Føroya Løgting ætlar sær at samtykkja eina lóg sum løgfrøðiliga ger tað møguligt hjá fólkakirkjuni at gera mismun millum samkynd og ikki samkynd.

Hjúnabandslógin er sannilga blivin eitt løgfrøðisligt sirkus.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann