Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Sum flestu kunnugt, so senda vit bæði útvarp og sjónvarp, “R7 og Iktus”, um meginpartin av landinum.

Tá tað nú verður ásett í hjúnabandslógini at tvey av sama kyni kunnu giftast og vit við m.a. §266B í huganum ikki kunnu havast at hesum lívstíli, so er helst ikki loyvt at lesa alment úr bíbliuni í útvarpi ella sjónvarpi, har hesin lívstílurin verður sagdur at verða skeivur og enn minni at hann er andstygd.

Kirkjur og samkomuhús eru fyri almenningin, so har er hetta heldur ikki loyvt.

Fyri at vit kunnu lesa alt sum stendur í bíbliuni í okkara samkomum, ja, so mugu vit skráseta okkum sum limir, t.v.s. nú er tað ikki alment, men ein lukkaður fundur, bert fyri limir og sum ikki má varpast frá í útvarpið ella sjónvarpið. :-(

So at siga at tað ikki ávirkar trúðarfrælsið, er ilt hjá mær at skilja.

Petur Jacobsen, Søldarfjørður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo