Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

• Øll vita, at hjúnarbandið upprunaliga er millum mann og kvinnu

• Øll vita, at upprunaliga hevði nøring onki at siga fyri hjúnarbandið

• Øll vita, at upprunaliga høvdu menn loyvi til at gifta seg við fleiri kvinnum

Ok, kanska øll ikki vistu hetta, men nú veitst tú tað í øllum førðum. Hetta merkir, at skulu vit halda fast í siðbundna hjúnarbandinum, so mugu vit smekka núverandi hjúnarbandslógina í bakkgear. Tí tað siðbunda hjúnarbandið krevur, at:

1) Vit ignorera nøring sum element í hjúnarbandinum
2) Vit venda aftur til, at menn kunnu gifta seg við fleiri kvinnum.

Søgan sum argument
Hetta er ikki nakað, sum eg finni uppá. Tað er bara at kanna søguna um hjúnarbandið, so finnur tú skjótt útav, at hatta er fakta.

Tá vit brúka søgu og siðvenju sum mótargument fyri borgarligari vígslu, so verða vit m.a. eisini noydd at loyva monnum at gifta seg við fleiri kvinnum, tí annars er argumentið ikki í tráð við søguna.

Ella...
Vit læra av søguni, læra av okkara feilum og mennast.

Aristoteles sigst vera klókasta menniskja, sum nakrantíð hevur livað. Sjálvt um hann doyði fyri fleiri túsund árum síðani, so hevur hann enn stóra ávirkan á, hvussu vit hugsa í dag.

Hetta geni’ið yvir øllum genium segði eisini, at funktiónin hjá heilanum var at køla blóðið niður. Heilin var eitt slag av køliskápi, sum skuldi køla blóðið niður, tá tað bleiv for heitt.

Tíbetur vita vit meir um heilan í dag enn Aristoteles gjørdi. Vit hava nemliga lært av søguni, okkara feilum og soleiðis hava vit ment okkum.

Øll vita:
Øll vita, at hjúnarbandið er millum mann og kvinnu, men í dag vita vit øll eisini, at:

• Hjúnarbandið onki hevur við nøring at gera

• Hjúnarbandið upprunaliga var millum menn og fleiri kvinnur

• Hjúnarbandið eisini fevnir um tvey fólk av sama kyni ( Sambært teimum mest framkomnu londunum, sum vit samanbera okkum við. Og eisini sambært elstu og mest brúktu leksikon í USA, Merrian Webster).

Pointið er, at vit eru blivin klókari uppá heilan, síðani Aristoteles úttalaði seg um heilan.

Somuleiðis er tíðin komin, har vit blíva klókari uppá hjúnarbandið. Hjúnarbandið eins og heilin eru ikki ævigir sannleikar.

Lat okkum læra av søguni, okkara feilum og lat seta Føroyar í fyrsta gear heldur enn frígear ella bakkgear.

Hergeir Staksberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo