Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Innlendis ítróttur

November 2016 er ein stórur mánaður fyri føroyskt badminton. Fyrst skulu seks av okkara ungu leikarum royna seg til HM í Bilbao, og í døgunum 9. – 14. november skulu tey eldru vera við til EM fyri blandað lið í Sofia, Bulgaria.

30. oktober fóru seks av okkara allarbestu ungu badmintonleikarum at taka lut í HM fyri U19 - leikarar - blandað lið í Bilbao, sum verður í døgunum 02. – 06. november. Tilsamans eru 59 tjóðir umboðaðar til HM. Dystirnir verða spældir í sera flottu Bilbao Arena, har pláss er fyri 5000 áskoðarum.

Tey seks, sum fóru avstað eru:
Kristina Eriksen, HBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Alma Kentsdóttir, HBF
Dann Fróðason, MBF
Rani í Bø, KBF
Bartal Poulsen, VÍF

Landsliðsvenjarin Aritra Nandy verður eisini við á ferðini. Ferðaleiðari á túrinum er Mogens Eriksen.

Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi og Portugal, sum ávíkavist eru nummar 15 og 37 í heiminum.

“Hetta er ein sera stór avbjóðing fyri okkara ungu leikarar, men samstundis eisini ein uppliving av teimum heilt stóru”, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

Fyrsti dystur verður spældur hósdagin kl. 08.30 ímóti Portugal.

Til ber at fylgja okkara badmintonleikarum á facebook-síðunum hjá Badmintonsamband Føroya ella BWF World Junior Championships Bilbao 2016. Eisini ber til at fylgja við á bilbao2016.badminton.es.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo