Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Fyrr í dag vísti VP til tíðindini í KVF við yvirskriftini “Framtíðin eitt sindur óviss hjá Varðanum Pelagic”.

Veruleikin er, at við fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni, er framtíðin hjá allari fiskivinnuni óviss.

Tá felagið Varðin fór undir at byggja virkið í 2012, hevði felagið rætt til at fiska gott 30% av makreli, sild og svartkjafti, og nakað meira av lodnu.

Við uppskotinum sum liggur í Løgtinginum, skal parturin hjá Varðanum, við tíðini, minkast niður i 20%.

Tað vil siga minkast við einum triðingi.

Sostatt eru fortreytirnar hjá Varðanum ikki tær somu nú, teir fara undir at byggja virkið uppaftur.

Løgi at samgongufólk úr Suðuroynni taka undir við tí.

Var Varðin ikki eitt so sterkt felag, hevði tað verið trupult at bygt virkið á Tvøroyri uppaftur.

Øll síggja hvønn týdning Varðin Pelagic hevur fyri Suðuroynna, og hvørja ávirkan tað hevur, nú einki arbeiði verður komandi árið.

Hóast stóru óvissuna, følir Varðin ábyrgd fyri starvsfólkunum, sum hava bygt sína tilveru á Varðan Pelagic, og vil byggja virkið uppaftur beinanvegin.

Sama kann ikki sigast um suðringarnar í samgonguni, sum ikki føla somu ábyrgd fyri Varðanum.

Øll, uttan samgongulimirnir, hava sæð hvønn týdning tað hevur at hava sterk feløg, sum Varðan.

Undrandi suðringur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo