Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Høgni D. Jakobsen er nýggjur fíggjarstjóri hjá Bakkafrost. Hann tekur við starvinum 1. apríl.

Hann kemur í starvið eftir Gunnar Nielsen sum herfyri segði seg úr starvi.

Høgni Jakobsen er 46 ára gamal og kemur frá einum leiðandi starvi í donsku fyritøkuni Quorum Consulting í Keypmannahavn. 

Hann er útbúgvin Master of Science í Business Administration og Computer Science frá Copenhagen Business School.

Síðan 2015 hevur hann verið Senior Partner í Quorum Consulting. Høgni var leiðsluráðgevi í PA Consulting Group frá 2004 til 2015, og frá 1998 til 2004 hevur hann verið ráðgevi, vinnumennari og verkætlanarleiðari fyri ymsar ráðgevara fyritøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo