Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Høgni Hoydal stendur framvegis á heimasíðuni hjá Fólkatinginum, men hann er ein fólkatingslimur í "orlov", sum sagt verður frá Fólkatinginum.

VP ringdi til Lovsekretariatet í Fólkatinginum at spyrja, hví Høgni Hoydal framvegis stendur á heimasíðuni hjá Fólkatinginum, tá ið hann hevur niðurlagt sín fólkatingssess, og var svarið.

- Tað er tí hann hevur ikki niðurlagt sín fólkatingssess, men er í farloyvi, og Magni Arge er fyri hann.

Tann 14. september 2017 sendi Høgni Hoydal út skriv til alla føroysku pressuna, har hann boðaði frá:

Tjóðveldi hevur í summar verið í tí støðu, at sami persónur hevur sitið á fólkatingi og á løgtingi í senn.

- Henda støðan er sera óheppin fyri flokkin, og skal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá.

Tí hevur Høgni Hoydal, sum er valdur fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hann tekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði.

- Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

- Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum.

Men fráboðanin til Fólkatingið, sum Høgni Hoydal tosar um, er ongantíð send og er Høgni Hoydal tí framvegis fólkatingslimur, men í farloyvi.

Fráboðanin frá Tjóðveldi/Høgna Hoydal kann lesast: trýst her

Yvirlit: Høgni sagt fólkatingssessin frá sær

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo