At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Politikkur

Fiskimálaráðið: Í sambandi við uppsjóvarráðstevnuna Pelagisk Arena í Bergen í dag, hevði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, fund við sín norska starvsbróður Per Sandberg, har teir báðir fingu høvi til at umrøða áleikandi mál landanna millum.

Serstakliga umrøddu teir føroyskt landingarbann uttanlands og komandi strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel.

Fiskimálaráðharrarnir báðir vóru samdir um, at Føroyar og Noreg hava fleiri týðandi mál at samstarva um, báðum londum at gagni og fer norski fiskimálaráðharrin tískil eftir ætlan at vitja Føroyar í næstu framtíð.

Á uppsjóvarráðstevnuni hittust høvuðsleikararnir í norsku fiskivinnuni, umframt fiskimálaráðharrarirnir báðir, har Høgni Hoydal hevði eina framløgu um nýggju føroysku sjófeingislógina og tær framtíðarhugsanir, ið liggja í sjálvari nýskipanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo