Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

BirkBloggur: Seinastu dagarnar havi eg verið ein súkklutúr um allar Føroyar, og fingið skemtisøgur afturvið av hvørjum tanga, og fjølmiðlakritikk eisini, so tað stendur eftir í. Eftir hesa ferð er neyvan nakar hvítur journalistiskur blettur eftir á føroyska súkklukortinum hjá Høgna. Ella er tað tað?

Og hvussu skal eg kalla eitt ummæli av nýggju bókini hjá hinum fyrst og fremst vælskrivandi, men eisini besnissaða og sniðfundiga høvundanum, Høgna Mohr?

Lendi á uppskotinum “Tá skrivigleði møtir sálartrega”, og havi hug at skoyta uppí "hina ótamdu gleðina og hin svarta sálartregan", og at machomaðurin letur tey bæði verða "floygd á eini ljósareyðari gentusúkklu". Ja, kanska tað. Men so verður hon so long, yvirskriftin, og fyndin fellur. Men so tað, at dótturin eigur súkkluna, sum friðleysi pápin tekur, og at sama dótturin í endanum skrivar forloysandi orðini - í einum donskum stíli, sum tjóðskaparpápin lesur, skal eg draga tað uppí yvirskriftina, og skal eg eisini draga ólavsøkuna uppí, tí tað er jú beint fyri ólavsøku í fjør at súkklarin, sum eisini er revsandi høvundur og ættgranskari, brýtur út sum eitt ótt?

Sum skilst, melur av ymsum ættum, tá ein eitur Høgni Mohr og hevur sett seg á hjólhestin í Havn, sum stálsettur fer gjøgnum tíð og rúm.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo