Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Íslenski búskapurin er möguliga komin í vandasjógv vegna trupulleikar í ferðavinnuni, sum seinastu árini er vorðin ein av størstu vinnunum í landinum. Vöksturin í tali av vitjandi hevur verið serliga stórur frá 2010, og bara frá 2014 er talið av ferðafólki voksið millum 24%-40% hvört ár. Íslenska samfelagið hevur roynt at fylgt við hesum skjóta vökstri, og tað sæst aftur í býarmyndini í Reykjavík. Gongugötan er full av ferðafólki hvönn dag, og talið av nýggjum hotellum er ökt ár um ár.

Í 2018 ferðaðust 3,5 millónir fólk við Íslenska flogfelagnum WOW air. Hósdagin í farnu viku fór hetta flogfelagið á heysin við tí avleiðing at öll starvsfólkini mistu starvið. Ongin veit júst hvussu álvarsamt hetta kann gerast fyri Íslenska samfelagið, men summar av avleiðingunum síggjast longu nú.

Spurningurin er um Íslensdska ferðavinnuboblan er brostin. Her fylgir ein samandráttur av tí, sum íslensku miðlarnir hava skrivað seinastu dagarnir, umframt upplýsingar frá íslendingum og teirra fatan av stöðuni.

Hósdagin 28. mars mistu áleið 1100 fólk starvið, tá ið WOW air kunngjördi at flogfelagið gavst at flúgva. Hetta er í sær sjálvum álvarsamt fyri Íslendska samfelagið, og óbeinleiðis avleiðingarnar av hesum eru eisini örkymlandi. Nógv fólk starvaðust hjá flogfelagnum og nógvar fyritökur vóru eisini bundnar at WOW air og ferðafólkunum, ið flugu við felagnum til og frá Íslandi.

Fyritökan Airport Associates, sum veitir tænastur til flogfelög á Keflavíkar flögvölli, kunngjördi fríggjadagin 29. mars at 315 av teirra starvsfólkum nú mistu starvið sum avleiðing av, at WOW air gavst at flúgva. Fyritökan Kynnisferðir, sum í hövuðsheitinum selur útferðir, kunngjördi 59 uppsagnir stutt eftir tað. Aðrar fyritökur í ferðavinnuni: Gaman-ferðir, Gray Line og Fríhöfnin (tax-free á flogvöllinum) vóru eisini skjótar at kunngera uppsagnir sama dag.

Starvsfólk á hotellum í Reykjavík siga stöðuna vera örkymlandi. Nógv ferðafólk, ið hövdu keypt sær flogferð til Íslands við WOW air, og hövdu bílagt sær gisting, hava nú bráðliga ongan flogferðaseðil til landi. Valmöguleikar teirra eru nú at avlýsa ferðina, ella at keypa sær ein dýrari flogferðaseðil. Hvörja ávirkan hetta hevur á eftirspurningin eftir hotell kömrum í Reykjavík fer tíðin at vísa. Greiðar ábendingar eru um, at hetta hevur fört til nógvar avbókingar umvegis Airbnb.

Uppsagnir og broytingar hava eisini verið uttanfyri ferðavinnuna. Byggifyritökan BYGG, telefyritökan Síminn, apotekið Lyfja og lýsingarstovan Pipar hava kunngjört uppsagnir, umframt at Síminn og klædnahandilin Lindex kunngjördu ætlanir um at stongja fleiri handlar. Avleiðingarnar rökka eisini til fiskivinnuna, og störsti netmiðilin, visir.is, skrivar t.d. um hvörja beinleiðis ávirkan hetta hevur á útflutningin av fiskavörum, sum fyrr fóru av landinum við WOW air.

Alt hetta hendi eftir tveimum dögum, í kjalarvörrinum á húsaganginum hjá WOW air.

Spurningurin er nú, um fleiri álvarsamar avleiðingar koma undan kavi í næstum, ella um hetta möguliga fer at javna seg aftur.

Dávur í Dali
Búsettur í Reykjavík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo