Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Tónleikur

Tað serliga við Fróða og teimum, sum vilja bjóða okkum av og fáa okkum at hugsa er, at tá ein setur seg við millum annað tónleikinum og vil hava sín boðskap út, so fái eg hesa kensluna av onkrum djúpri, sum eg haldi setur alt universið og mentanarliga boðskapin á eitt serligt støði!

Eitt er at gera ein “mainstream” útgávu og vóna hon fer at bera fíggjarligu avbjóðingina heim, men so er tað júst hetta við tí meira djúpa og inniliga, at eg vil gjarna seta meg og gera nakað, sum bæði kann leysageva og kanska geva øðrum nakað at hugsa um?

Tað fantastiska við tónleikinum og øðrum er, at tá ein hevur nakað í sær, sum á ein ella annan hátt kann seta ein frían, so kann ein gera hetta við millum annað eini útgávu ella lata vera, men her ger Fróði júst tað fyrra, at hann bjóðar sær sjálvum av og gevur okkum øðrum nakað at hugsa um.

Er ikki alt okkara bygt á júst hetta við avbjóðingum og at vit søkja eitt svar, sum onkuntíð verður svarað og ikki?

Mær dámar óluksáliga væl hetta við avbjóðingini og at eg skal fáast at hugsa og ikki bara undirhaldast, so her má eg siga at Fróði fekk meg við!

Onkur vil gjarna ummæla og halda seg bara til tónleikaliga avrikið, men júst her seti eg meg at lurta eftir tí Fróði vil siga okkum, sum Fróði hevur megnað til UG!

Tað merkir sjálvandi ikki, at eg eisini vil gera mína meting um tónleikin, sum er ein fín samanrenning millum tað hann hevur skrivað á tekstblaðið og fingið út á útgávuna Hola!

Samstarvið millum Theodor Kapnas og Fróða er sera “unikt”, tí eg minnist frá bólkinum Fróða & The Pink Slips, at Theodor eisini gav sítt, sjálvt um hann valdi ikki at vera partur av útgávuni “The Mouse”, sum er ein varði.

Tað er rætt, at hetta er ein nógv klaverbaserað útgáva, sum gevur eina góða kenslu av nærlagni og perfektionismu!

Hetta er ikki ein útgáva, sum bara verður løgd út á umfarslistan hjá útvarpsstøðunum, men er meira til tann kræsna, sum vil fara eitt fet djúpri í tí Fróði vil siga okkum og vil hava okkum at hugsa.

FLOTT og seks av seks stjønum hiðani!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo