At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Lesarin skrivar

Felag undir stovnan hevur ítøkiligar ætlanir at byggja smáttur í berginum við Vágseiði, og innrætta gomlu Loranstøðina til matstovu.

Konseptið er at koma so tætt til náttúruna sum til ber... har gourmetføðin - lundi, lomvigi og skarvur flýgur beint við vindeyguni, eggini liggja uttanfyri dyrnar og seiður, sloppin alilaksur, igulker og gogga flokkast undir gólvinum... einar 300 metrar niðri.

Festarin boðar frá, at kloakkering er uttan septiktanga og í fríðum falli til taðingina í berginum.

Atkoman verður framd tá úrgerðin hjá SEV er liðug við endaligu oyðingina av Vatnsnesvatni, og boraður verður tunnil út í bergið har stórur útsýnispallur... við glasgólvi... verður vestur í Hav.

Roknað verður ikki við friðingar- ella yvirfriðingarnevnd.... og at málið verður samtykt á næstkomandi fundi í Vágs kommunu.

Verkætlanin verður mett liðug á sumri 2022 og við einum 25-30 gistingarhúsum.

Loyvt verður ikki leigarum at hava tráðu ella fleygingarstong við.

Ferðamaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo