Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Í 1990 var Shona Owen fødd uppi í luftini í einum British Airways-flogfari á veg úr Gana til Stórabretlands, og hvat stendur so í passinum hjá henni.

Hon er ein av heilt fáu persónunum sum er borin í heim uppi í luftini, og tað hevur so givið henni eitt av mest óvanligu passunum, skrivar Aftenposten.

- Eg havi ongantíð havt nakrar trupulleikar at sleppa inn í, men eg verið altíð spurd av starvsfólkunum á flogvøllinum, tí tey gerast forvitin og tí fái eg altíð eitt hugnaligt prát við tey um mína føðing. Tað er eisini ein góð søga, sigur Shona Owen (25) við miðilin.

Owen hevur eitt serligt pass, og eisini eitt serligt navn. Mamman doypti hana Shona Kristy Yves – og geva forbókstavarnir orðið SKY (ella himmal) sum ein stuttlig áminning um, hvar hon er fødd.

Í passinum stendur «eigarin av hesum passinum er fødd umborð á flogfari 16 kilometrar sunnan fyri Mayfield, Sussex».

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo