Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tað var onki minni enn ein gøla, tá tríggjar blaðungar gentur í 2015 flýddu úr Onglandi til Turkalands og síðani víðari til Sýria, har tær vildu sleppa at giftast við IS hermonnum. 

Nú vil ein teirra, Shamima Begum (tað er hon í miðjuni) sleppa heimaftur. Hon er í dag 19 ára gomul og er komin á soppin - hon er við barn í níggjunda mánaða. Hetta er barn nummar 3, tey bæði fyrru doyðu sum pinkubørn, og hon er rødd fyri, at tað sama skal henda hesum barninum, tí umstøðurnar, har hon er, eru so vánaligar.

Men tað kann hon gloyma alt um, sigur bretski uttanríkisráðharrin, Sajid Javid.

- Vit mugu minnast til, at hesi sum rýmdu vóru full av hatri til okkara land, sigur hann millum annað við The Times, sum eisini hevur vitjað í sýrisku leguni har sum Shamima Begum í dag býr. Hon bleiv gift við einum IS hermenni sum var komin til Sýria úr Niðurlondum at berjast saman við IS. Hann er í dag deyður.

Onnur av hinum báðum gentunum doyði í einum loftálopi ímeðan tað ikki er greitt hvar tann triðja er blivin av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo