Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Hvannrók: Tú kanst býta Neistans søgu í fleiri partar. Neistalogin tendraði á Vaglinum 21. mars 1931, og í 1936 byggja tey hondbóltsvøll við fótbóltsvøllin í Gundadali.

Síðani verður nýggjur grúsvøllur tikin í nýtslu longri uppi Gundadali í 1946, og hesin vøllur verður asfalteraður í 1964, tá ÍSF fyllir 25.

Nýggja snotuliga neistahúsið verður tikið í nýtslu í 1964, og um heystið í 1970 fer hondbólturin spakuliga frá at vera uttanduraspæl til eitt innanduraspæl.

Sjálvt um nógv altíð kann gerast betri, so er Neistin á 85 ára føðingardegnum eitt frálík felag við góðari framtíð.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo