Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Í nøkur ár vóru fyrstu mans-fótbóltslandsdystirnar hjá Føroyum á “heimavølli“ spældir uttanlands. Tá ein neyðug loysn fyri at kunna luttaka í altjóða kapping. Eg giti at tey flestu - hóast glað um altjóða luttøkuna hjá landsliðnum - vóru hørm um at heimavøllurin var í Landskrona, heldur enn í Føroyum.

Føroyska mans-hondbóltslandsliðið skal í heyst og komandi ár spæla dystir í undankapping til EM. Dystir ímóti Danmark, Ukraina og Montenegro. Ein dyst á heimavølli og ein á útivølli.

Nú eru ivamál hvørt hesir hondbóltslandsdystir skulu spælast á heimavølli í Føroyum ella á heimavølli uttanlands. Men ein høll er í Føroyum, sum kann hýsa hesum heimavøllum - Marghøllin í Vági. -Og er eisini gjørd frágreiðing um loysnir fyri hvussu hetta kann fáast í lag, soleiðis at hondbóltslandsdystir kunnu spælast í Marghøllini.

Loysnir fyri:
- hvussu Marghøllin kann broytast frá fótbóltshøll til hondbóltshøll, sum lýkur øll krøv frá Europeiska Hondbóltssambandinum (EHF) (m.a. 2000 áskoðarapláss)

- hvussu ferðing av útiliðnum til Suðuroyar kann skipast uppá 20-30 minuttir (kravið er ikki longur enn 2 tímar frá flogvølli)

- hvussu útlendsku liðini kunnu gista undir góðum umstøðum í Vági (sum uttan iva verða góðkend av EHF)

- hvussu flutningurin av áskoðarum til og úr Suðuroynni lætt kann skipast (Smyril flutti fleiri enn 2000 fólk til og úr Suðuroynni á jóansøku, so hetta er ein kend operatión)

- og so framvegis.

Tá føroyska fótbóltslandsliðið endaði í Landskrona var onki alternativ í Føroyum. Í dag er eitt alternativ til heimavøll uttanlands og er alternativi Marghøllin í Vági.

Gamaní krevur hetta nakað av fíggjarligum stuðli at fáa í lag. Men helst kemur tað ikki sum eitt yvirraskilsi, at tað kostar at skipa ein heimavøll til føroyska hondbóltslandsliðið.

Vilja okur verða partur av altjóða hondbóltskappingun, sum mugu okur eisini saman fáa í lag at skipa karmarnir, sum kunnu hýsa hesum hondbóltslandsdystum.

Eitt er víst, tað verður ikki bygd ein altjóða góðkend hondbóltshøll í Føroyum fyrstu árini (sjálvt um farið var ígongd í morgin, so hevði tað tikið 2-3 ár áðrenn høllin stendur liðug og klár til nýtslu).

Tí eigur loysnin í Marghøllini í Vági eisini at fáast í lag, soleiðis at fleiri enn 2.000 føroyingar kunnu ferðast stutta og bíliga leið at heppa og stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum.

Í Vági eru okur klár - eins og okur vóru tað til C-HM í 1980.

Dennis Holm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo