Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Útlendis ítróttur

Harðligar sensur vóru at síggja í miðbýnum í Manchester undan dystinum í kvøld í Champions League.

Sevilla-fjeppar vóru álopnir fyrrapartin í dag, meðan teir hugnaðu sær og fyrireikaðu seg til Champions League-dystin móti Manchester City í kvøld.

Ein bólkur av pólskum fótbólts-fjeppum sigast vera teir, sum østu alt upp.

Nettavisen skrivar at tilsamans einir 25 persónar brustu saman, og sum video upptøkan vísur niðanfyri, so flugu stólar og borð gjøgnum luftina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo