Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum. Løgmaður var ivaleysur og skalv ikki á málinum, táið hann í løgmansrøðuni ólavsvøkudag í fjør, á landsins mest tignaðarliga røðarapalli, lat hesi orð falla:

”Tí hevur júst samhaldsfesti verið eitt skjaldrarmerki hjá okkum frá fyrsta degi. Millum inntøkubólkar. Ættarlið. Og ymsu økini í landinum. Tí byggja og menna vit húsarhaldsskúla í Klaksvík, miðnám á Kambsdali og nýggja útbúgving í list, sum partvíst verður í Sandoynni. Tí er ætlanin, at Strandferðslan fær avloysaraskip næsta summar. Og tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum.”

Í spenningi bíðaðu borgarar okkara eftir lyftum løgmans, serliga tí at orðingin var so serliga kategorisk: ”Tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum.” Nýggjárið kom, grækarismessa og summarmáli eru farin framvið okkum og í morgin fyllir Danmarkar drotning ár. Tá er várið í hondum.

Enn sæst ikki í halaferðina av hesi fráboðaðu flyting, ið skuldi fremjast í skjaldramerki samhaldsfestisins.

Mær rennur til hugs animalistisku heimspekina við teimum sjey boðunum. Seinasta og sjeynda boðið er soljóðandi: “All animals are equal, but some animals are more equal than others.“ Animal Farm var obligatoriskur lestnaður hjá skúlaungdómum í mínum ungu døgum. Satiriska allegoriin hjá George Orwell um harðræði Jósup Stalins í hinum foykna Sovjetsamveldinum, har øll djórini vóru eins, men nøkur serliga útvald vóru meiri eins enn øll hini.

Helst hava javnaðarmenninir Aksel og Heðin hoyrt um ódeyðiligu bókina hjá Orwell, hóast teir kanska ikki hava lisið hana.

Aksel kom við fráboðanini, og sambært landsstýrisins málsbýti situr Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú fyri málinum.

Sambært www.tunnil.fo er tunnilsfyrisitingin, sum skuldi byrja sítt virksemi í Runavík frá og við ársskiftinum 2018/2019 famvegis staðsett á Hoyvíksvegi 65. Í starvi eru 7 fólk.

Av ringum royndum kenni eg til fyrisitingarliga trekleikan, táið tað ræður um at staðseta nakað sum helst uttanfyri eingjargarðarnar í høvuðsborgini Tórshavn, men eftir eina so klokkuklára – og ideologiskt lødda – proklamatión, má man rokna við, at politiski ryggurin heldur til eina flyting sum hesa. Tað gjørdi hann m.a., táið ein skúli var staðsettur á Tvøroyri fyrst í hesari øldini.

”Tí hevur júst samhaldsfesti verið eitt skjaldrarmerki hjá okkum frá fyrsta degi, og tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum”, segði løgmaður á Ólavsvøku í fjør. Nú umsitur Heðin Mortensen høpið, og tí fari eg at spyrja teir báðar javnaðarmenninar, um Runavíkin nú brádliga ikki er partur í skjaldramerki samhaldsfestisins, á sama hátt sum vit annars hava sæð tað í málinum um innkomuvegin til og frá Rókini, nú Eysturoyartunnilin skal takast í nýtslu um hálvtannað ár? Ella skulu vit bara sættast við, at vit eru minni líka enn øll hini í orwelska samfelagsmaskinarínum?

Opni spurningurin, spurdur vegna borgararnar í Runavíkar kommunu, er tí:

Nær verður umsitingin av Vága- og Norðoyartunlinum flutt til Runavíkar, hon sum sambært Akseli Vilhemssyni Johannessen, løgmanni, skuldi fremjast á nýggjárinum?

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo