Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

44 mans sjólótust tá argentinski kavbáturin "ARA San Juan" sakk har suðri í Atlantshavinum 15. november í fjør.

Júst eitt ár seinni er kavbáturin nú funnin. Hann liggur á 800 metra dýpi í Patagonia á leiðini útfyri hálvoynna Valdes.

Stutt áðrenn hann hvarv, hevði kavbáturin boðað frá, at hann hevði trupulleikar. Eisini er síðani komið undan kavi, at ein sterk spreinging var har á leiðini júst um somu tíð sum kavbáturin sakk. Leitingararbeiðið var tá alt fyri eitt sett í verk, men av tí at manningin bara hevði súrevni til 7 dagar, hvurvu vónirnar skjótt fyri at finna nakran aftur á lívi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo