Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Ein svensk kvinna er saknað eftir at kavbáturin UC3 Nautilus sakk millum Danmark og Svøríki.

Kavbáturin var funnin siglandi við Køge Bugt, boðaði danska verjan frá klokkan 9.39. Nú er báturin sokkin, og eigarin Peter Madsen er bjargaður.

Madsen sigur at hann var einsamallur umborð á kavbátinum, men svenska løgreglan heldur, at ein svensk kvinna eisini hevur verið við. Kvinnan er saknað.

– Hetta var bara ein royndartúrur, har eg vandi ymiskt umborð á kavbátinum. So stungu trupulleikar seg upp, sigur Madsen við TV 2.

Tasð var maðurin hjá svensku kvinnuni sum eftirlýsti hana, men eigarin av kavbátinum Madsen sigur at kvinnan fór í land hóskvøldið á Refshaleløen í Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann