Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Lesarin skrivar

Heilsuhjálparafelag Føroya vil hervið sýna sín fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í teirra lønarstríðið og heitir á Fíggjarmálaráðið, at fara aftur til samráðingarborðið og føra veruligar samráðingar.

Eisini vil Heilsuhjálparafelag Føroya harðliga átala, at stjórin í Almannaverkinum hóttir síni starvsfólk, so tey kenna seg kroyst og bangin. Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og ábyrgdin liggur hjá leiðsluni  og politiska myndugleikanum. Heilsuhjálparafelag Føroya noktaði limum sínum í farnu viku, ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo