Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ein maður hótti fólk sum vóru til gongu í Saksun seinasta fríggjadag.

Fólkini, ein herbúgvandi útlendingur og ein annar útlendingur sum var og vitjaði, høvdu hund hjá sær, og áðrenn tey vita av kemur ein maður har og hóttir við at skjóta hundin, hóast hann var í bandi og á almennum vegi.

Fólkini vilja ikki standa fram við navni, men VP hevur tosað við tey, og tey vátta, at hetta var tað sum hendi, og at tey gjørdust sera skøkk.

- Fyrsti tankin var at melda, men tá vit høvdu summað okkum og ráðført okkum við sýslumannin gjørdu vit av ikki at melda kortini.

VP hevur verið í samband við Sunda kommunu og Visit Faroe Islands um tilburðin sum skal vera farin fram. Í báðum støðum kenna tey væl til hendingina, men vilja ikki gera almennar viðmerkingar, tí, sum tey siga, tey royna at finna eina loysn á serligu avbjóðingunum sum eru í Saksun.

VP hevur eisini verið í samband við Finnboga Midjord, sýslumann, sum eisini kennir til hendingina, men hann vísir til politiið. Har hevur ongin meldað tilburðin, sigur vakthavandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo