Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Lesarin skrivar

Eitt frálíkt orð ið finst á Sprotanum – hóast bæði leik og lærd kanska ivast í hvat tað merkir.

Týdningurin á donskum er “perspektiv” og er tað ikki altíð so lætt hjá vanligum menniskjum at seta ting í perspektiv.

Vanlig menniskju eru eisini eitt nú tíðindafólk í Kringvarpinum ella starvsfólk í peningastovnum – hóast øll kanska ikki ynskja at vera heilt vanlig.

Fyri nøkrum vikum síðani varð ein tíðindastubbi lisin um hvussu bíligt tað var at upptaka realkreditlán í Betri Banka.

Tíðindaskrivið, sum framvegis liggur á teirra heimasíðu slær fast, at kundar fáa negativa rentu á sethúsalánum komandi tíðina. (Sí mynd niðanfyri)

Aftaná seinasta bankahúsagang – ið sambært serfrøðini var einans orsakað av nøkrum donskum stjórum í danska partinum av gamla føroyska sparikassanum, bleiv bankin endurskipaður og endamálið var at veita tryggleika til føroyska marknaðin.

Men hvat í allari víðasti verð hevur so lánsgjøld hjá donskum privatkundum at siga fyri føroyska almenningin?

Jú, púrt einki, tí at í DK fær einhvør lántakari avsláttur í lánum, nevndur skattafrádráttur.

Í Føroyum fær man rentufrádrátt fyri eina ogn, um man sjálvur býr har, umframt aðrar treytir.

Somuleiðis rindar man ikki bert “kontantrentu”, sum ókritiskt lisna tíðindaskrivi annars letur føroyingin trúgva.

Nei, man rindar umframt rentu, eitt umsitingargjald ið táttar í 2 %.

Sostatt fær man ikki meira pening av at lána frá Betri Banka, men minni, tí øll skulu hava sítt.

Niðurstøðan er sostatt, at tíðindaskrivið frá Betri er í besta føri villleiðandi og í ringasta føri beinleiðis lygn.

Eitt ofta nýtt hugtak á enskum er “Know your costumer”. Hetta er í øllum førum ikki galdandi her, tí føroyski privatkundin og tann danski eru ikki samanbariligir.

Men kanska var hetta bara eitt smart marknaðarføringsátak frá Betri?

Tá er tað at m.a. andloysi/perspektivering átti at komið til sjóndar í almenna kringavarpinum, tí okkurt má kunna væntast fyri tær yvir 70 mió krónirnar av skattaborgans peningi.

Hetta kundi so hóskandi verði ein spurningur til “Also” panelið, har fyrrverandi landsstýrismaðurin fyri Landsverk umframt næstforkvinnan í KVF stýrinum javnan eru gestir.

Eitt annað fantastiskt dømið um væntandi perspektivering/andloysi var í tíðindasending á miðdegi í dag (26/4).

Ein av okkara føroysku superstovnum, Visit Faroe Islands, hevur við sínum superstjóra á odda fingið enn eitt superhugskot.

Ótrúliga produktivi stjórin – ið somuleiðis má luta sína tíð við krevjandi almennar nevndaruppgávur í Posta og Íleggingargrunninum – hevur boðsent áleið 100 fólk uttan úr heimi at rudda upp og bøta um hjá okkum sjálvum – og hetta gera tey sjálvbodnu púrasta uttan at fáa løn.

Tey fáa bert ein flogferðaseðil og innlendis flutning, m.a. við tilbúgvingartyrluni hjá Atlantic Airways goldnan umframt uppihald og mat.

Tað, at tey flúgva frá øllum heraldshornum higar er líkamikið og púrasta uttan dálking av umhvørvinum, tí tínir og mínir skattapengar, smáar 20 mió krónur árliga, rinda ballið.

Tá er tað frálíkt, at annars stak skemtiligi útvarpsverturin kundi lesa upp úr danskari kanning, at um ferðafólk ferðast í ferðamannaskipum, ja, so er dálkingin so ræðulig at tað tóktiskt sum um at heimsins endi var nær.

Tað eru áleið 350 ferðamannaskip til í heiminum og umleið 90.000 handilsskip.

Alíkavæl verður í ramasta álvara tosa um at hesi 350 eru atvoldin til alt ilt.

Tá haldi eg at andloysi er so stórt, at miðlastuðulin á 2 mió krónur burdi verið latin til at lært at skyna
ímillum marknaðarføringsátøk og kritiskan tíðindaflutning.

Tann, ið onki skilur!

- Hetta er sjálvsagt nakað at gleðast um, men – eins og tað stendur í klombrum – talvan lýsir úrslitið eftir donskum viðurskiftum – og tá hoppar mín keta av

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo