Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Eru vit føroyingar og norðurlendingar veruliga so afturhaldandi av lyndi, at okkara tøgn altíð kann rættvísgerast mentanarliga? Og er tað ov nógv av tí góða at siga ”góðan dag”, ”farvæl” og ”takk”, og at fáa eitt stutt eygnasamband í lag við tann, sum stendur yvir av tær í gerandisdegnum?

Síðan at eg flutti heim úr Fraklandi og Týsklandi, havi eg mangan kent meg sum eina mentanarliga kamelión, sum alla tíðina skiftir lit, alteftir hvørjari mentan ið eg standi yvir fyri.

Og ikki minst eftir, at eg havi meldað meg til www.couchsurfing.com seinasta november, havi eg ferð eftir ferð sæð mína egnu mentan uttanífrá við ”gestsins eyga”.

Og í morgun tók eg bussin út á Glasir saman við eini franskari krabbagoggu, sum aftur fekk meg at síggja okkum sjálvi úr sjónarhorninum hjá einum, har tað at heilsa upp á hvønn annan bæði málsliga og kroppsliga er grundleggjandi høffligheit.

Eg hevði bjóðað hesi ungu fronsku damuni í mín undirvísingartíma fyri at geva næmingum mínum íblástur sum ein forkunnugur gestur, sum enntá framleiddi ost og búði úti á landinum í Suðurfraklandi, har ið sólin skínur oman og niðan.

Men fert tú inn í ein skúlaflokk í Fraklandi og Týsklandi, so reisa fólk seg brosandi fyri tær og siga ”góðan dag harra Smith” og vísa harvið, at tey hava lagt merki til tín, sum tú komst inn í rúmið, meðan hetta ikki kemur av sær sjálvum her í Føroyum.

Ofta er ongin reaktión (snildfonirnar vika seg ikki av sær sjálvum), og suðurlendski gesturin kennir á sær, at eingin hevur lagt merki til hann, hvørki tá ið hann kom, ella tá ið hann fór. So verði eg sum lærari noyddur at gera næmingar tilvitaðar um, at í franskari mentan er hetta øgiliga ófólkaligt, og so fái eg okkurt pátvungið ”góðan dag” ella ”farvæl”, tá ið eg gav tekin til hetta.

”Jamen soleiðis eru vit føroyingar!”, sigur onkur kanska. Útkomin úr flokkinum beit hin franska eisini merki í, at ein sum keypti í kantinuni hvørki hugdi upp á kassadamuna ella segði nakra ljódliga heilsan, men bippaði bara sítt visakort ígjøgnum uttan sjónligt lívstekin.

Og ígjøgnum hesar smáu mentanarhvøkkir hjá vinkonuni, byrjaði eg at síggja føroyska gerandisdagin við fronskum brillum, og sá, hvussu ið fólk gingu fram við bussføraranum, sum um var hann ein robottur, sum ikki var nóg verdigur at heilsa uppá – ella yvirhøvur tað, at síggja hann sum menniskja, tá ið farið var umborð á bussin.

Sum vit høvdu staðið í busssteðgistaðnum fram til bussferðina, hevði franska ferðagentan samstundis sagt, eins og hin týska couchsurfarinnan heima við hús, at hon sjálvdan hevði upplivað so fitt fólk sum her í Føroyum; tann týska hevði enntá ilt við at trúgva, at fólk kundu vera so fitt – slíkt fanst ikki í Týsklandi, sum hon málbar seg.

Við øðrum orðum í tí løtu, tá ið afturhaldna gerandisskræðan í næsta sekundi letur seg upp eins og kópakonan, og tú verður bjóðaður og hjálptur inn til tað besta av tí besta hjá tí persóni, sum tú breyt ísin hjá.

Men nú ið snildfonirnar eru vorðnar so snildar, so at okkum ikki longur nýtist at útseta okkum fyri tí óbehagiliga at skula heilsa upp á onnur, kundu vit tá kortini ikki lært eitt sindur av teimum nýíkomnu ”havið-ein-góðan-dag” hjá Mylnuni og Á-handlunum? Bara ein tanki…

Napoleon Smith,
Tórshavn, 19-20.03.19

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo