Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Hugleiðingar í samband við altjóða kvinnudagin eftir at hava sæð eina sending í sjónvarpinum. Har komu fleiri boð og orsøkir fram um, hví kvinnurættindi enn í dag nógvastaðni eru ikki eksisterandi.

Sum t.d. siðbundni, økonomi, maðurin fortjenar, hansara orð eru lóg.

Hugburðsbroytingar taka langa tíð allastaðni.

Vit skulu ikki so langt aftur, hvar tað var alt avgerandi at fáa ein son. Tað var nemliga bara hann sum arvaði. Margrethe drotning fekk undantaksloyvi at arva trúnuna, ella bleiv tað ein sonur onkran annan í familjuni.

Hjá Mærsk var meiningin at ein verðsonur skuldi arva, men ein hending hevði við sær, at tað bleiv elsta dóttur teirra.

Soleiðis var eisini her í Føroyum, at sonurin arvaði – elst ella yngst – líkamikið. Hetta førdi við sær, at sonurin var nakað serligt. Fyrst kom ein genta, aftur ein.. og so kom hann KRÓNPRINSURIN.

Hetta má hava ført við sær, at gentur hava følt seg sum nummar tvey, og ávirkað teirra sjálvsálit.

Haldi bara í sær sjálvum mangan menn hava havt meira sjálvsálit.

Eg haldi vit eru komin á mál viðvíkjandi hvat kyni er. Nýklakti pápin er líka stoltur og hjartans fegin óansæð genta ella drongur.

Men rákið móti kvinnuligum prestum, sum veruliga tók seg fram nøkur ár síðani. Og hví kvinnur í ymsum samkomun ikki kunna vera høvuðstalarar á hædd við menn, er mær óskiljandi.

Málið hevur eisini nógv at siga, hvussu vit umtala kyni. Har hugsi eg t.d. um rapparar, ið mangan hava eitt so niðrandi mál móti kvinnum, onkur hálvvánaligur stand up'ari – hetta breiðir seg.

Man kann minnast onkrar vaksnar  menn, ið høvdu ein málburð, ið var heilt út av kós, ið mun til aldurin á blaðungum fólkið. Tað sama kundi man hoyra frá ungum dreingum, tá teir skuldu gera seg upp.

Allarhelst?

Tað má vera tí teir ikki duga at avlesa andlitsbrøgd. Konufólk imponerast IKKI av slíkum. Tær blíva illa tilpassar, kenna seg stoyttar.

So haldi hatta fyri tykkum sjálvar, bara tykkara ímillum – og gentur sigi frá, ella flyti tykkum úr støðuni.

Tað kann man so altíð.

Hetta er absolut ikki allir menn, allar flestu menn eg møtti sum barn og uppeftir vóru hampafólk.

Tað er tó altíð onkur inn ímillum, munna ikki tey flestu hava møtt hasi typuni.

Elisabeth í Kálvalíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo