Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Ómakaleyst kann tað tykjast at sita í samkomum, hvar ið øll meira ella minni spegla hvønn annan... ongin er óeinigur við innihaldinum.

Trupulleikar sleppur ongin undan hjúnaðarrskilnaðir, svíkjan, øvund, fíggjarligir trupulleikar, sálarkvøl.

Ja, tað kann vera so mangt og har er hollur stuðul at finna.

Tó kenn tey flestu ikki teir trupulleikar har ið tað veruliga bítur.

Hetta sæst aftur tá spurningar vera settir lærdum sum ólærdum, hvar tilvildin og ráðaloysi ræður, ið ikki kenna til hetta.

Tey skilja heilt einfalt ikki spurningin.

Meðan onnur møta hesum við mistrúgv.

Og har vísur tann veruligi munurin seg.

Tó haldi eg meg hava veri í einum stað har tey veruliga hava skilt boðskapin.

Tí har sita tey!

Tey útsettu, tey niðurundirkomnu og har vera tey hýst.

Veit væl nógvar samkomur gera eitt stórt og gott arbeiði í fátøkum londum - men hví altíð hyggja so langt út og ikki rundan um okkum sjálvi?

Børn hava gott av at møtast upp á tvørs, hetta gevur eina breiðari samfelags vitan, so vit ikki risikera at enda við eini einfaldari fatan av teimum minni heldigu.

Sjónarringurin gest fátakari um vit bara møta fólkið ið eru líka sum vit.

Tak ikki feil eg eri eitt ektað kirkjufólk!

Tað er rætt fyri meg eitt annað er rætt fyri ein annan og tað er okey.

Anna Elisabeth Hansdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo