Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Jóladagarnir saman við tveimum ódnum eru farnir afturum, og vit eru komin inn í árið 2017. Allíkavæl setti høgtíðin saman við storminum síni djúpu spor. Materielli skaðin var stórur.

Tíbetur eingin mannskaði. Heim mistu ein av sínum kæru; hjá teimum bleiv tað ikki jólagleði, men jólasaknur og jólasorg. Tá eg hoyrdi andlát í ÚF, kom hesin sálmurin í huga mín: “Eigur tú ei vinir kendar, har sum deyði, synd ei ná...”

Líka so brádliga, sum sangurin kom mær í huga, kom myndin av einum heimi fram fyri meg. Hon gjørdist alsamt klárari og klárari. Hugmyndin rakar meira og minni mong heim.

Eg síggi fyri mær heimið, mamman og pápin eru farin. Heimið er vorðið tómt. Einki hoyrist til  dustsúgving,  uppvaskimaskinu, bindimaskinu, vaskimaskinu, turkitrumlu. Einki ljóð av koppum, tallerkum. Einki sum dettir á gólvið og brotnar. Eingin mamma ella pápi, sum svarar, tá børnini rópa.  Tá barnabørnini rópa: omma/abbi er einki aftursvar. Heimið er tómligt, og bert ein loyndarfullur, duldur friður fyllir heimið – tøgn - so undarligt. Alt stilt.

Børnini við familjum eru savnaði í heiminum. Sorgin tyngir,  prátið gongur trekt, tárini renna av kinnum, og serliga eru tað ommu- og abbabørnini, sum gráta, tí nú eru hvørki omma ella abbi longur.

Børnini tosa um jarðarferðina. Hvørjir sangir skulu syngjast, hvør skal byrja við bøn, tala, hava  eitt  orð á grøvini? Hvar skal ervið verða, og  hvør skal bera? Torført er at samla tankarnar. Fólk  støkka inná gólvið, ringja og vísa sína samkenslu. Borðreitt verður við te, kaffi, køkum og bollum til tey, sum koma framvið. Tað er vorðið seint, og avvarandi eru bæði móð og troytt.  Øll vilja sleppa til songar. Sum rímiligt er, hevur eingin svøvnur verið síðstu næturnar vegna sakn og sorg. Best er at úthurðin verður læst, áðrenn vit leggja okkum. Bráðliga verður banka varisliga á dyrnar, “ far tú og hygg hvør tað er”? verður sagt “Eg kenni hann ikki, men eg bjóði honum innar.” verður svarað.

Skjótt merkist, at hetta er ikki einhvør. Viðkomandi biðjur hábærsliga, tignarliga gottkvøld og tekur hvønn onkultan bæði vaksnan og børn í hondina og sigur, at hann vil vísa sína djúpastu samkenslu nú ein av teirra kæru er farin.

Hesin fremmandi tosar í fyrstuni um alt tað vanliga, sum kemur upp til slíkt høvi. Varðlig og eymliga byrjar hann at tosa um tað andaliga og byrjar at tosa um staðin, heimið, har uppi.

Gesturin spyr?

1. Eigur tú  ei vinir kendar,
har sum deyði, synd ei ná?
Tá ið ferðina tú endar,
finnur tú teir aftur tá?

Varðisliga spyr hann, eiga tit vinir, “har deyði, synd ei ná”?  Hvussu er? Koma tit at finna tey aftur har?

Gesturin minnir tey á barnadagarnar:

2. Mangan, tá sum barn tú spældi,
mintu tey teg Jesus á,
um hans kærleika tær taldu;
nú tey har hans ásjón sjá.

Minnast tit ikki  hvussu tit spældu fótbólt,  hondbólt, spældu við bátar, dukkur og teir mongu sturttligu leikirnar og ikki at gloyma, hvussu smádreingirnir onkuntíð gjørdu skálkagerðir. Hvussu mamman ella pápin taðalu at, høvdu tit happa onkran, og áløgdu tykkum at skikka tykkum væl. Hvussu tey leiddu tykkum í sunnudagskúla, og tá tit gjørdust eitt sinddur størri á  møti. Minnast tit ikki hvussu gott tað var, tá pápi ella mamma - ja mitt í spælinum -  róptu á tykkum at koma inn til nátturða. Tá songartíðin kom, lósu tey bíbliusøgur og høvdu eina stutta  bøn ella sungu, tá tey løgdu tykkum at sova? Men nú eru tey har uppi.

Gesturin heldur áfram.

3. Tá um Jesus var hin songur,
sum tín barnarødd sang fró;
syngur tú hin songin longur,
ella heimsins tóma ljóð?

Minnast tit hvussu stuttligt tað var, at syngja sunnudagskúlasangirnar og kórini: “Kom kom til Jesus,” “ Vegin út til krossin gekk hann fyri meg,...”, “ Jesus elskar meg og ja,..”, “Tá eg ein lítil drongur var..”  “Eitt skip legði stolt út á havið, umborð var ein lítil Jónas, sum rímdi frá heimi og plikt..”, “Tað var ein lítil genta, sum til sítt síðsta lá..”, “So ísakøld ýlir norðanættin.”...og mong mong onnur kór og sangir. Gesturin spyr: “eru tit givin at syngja hesar sangirnar. Hava tit býtt teir um við aðrar sangir?”

Gesturin minnir tey á farnar tíðir:.

4. Áh, hvør var hin friður søtur,
tá tit sótu saman har!
Men tú (tit)minnist tungar løtur,
tá tey skiltust her frá tær. (tykkum)

Minnast tit  hvussu hugnaligt og fridsælt tað var, tá tit øll savnaðust á  páskum, hvítusunnu,  í summarferðium og ikki minst á jólum. Hvussu tit ótu, ja, næstan ótu tykkum um rygg av tí allarbesta, sum var at fáa. Og  ikki at gloyma at pakka jólagávurnar upp, jólaevangelidið varð lisið, sangir sungnir og spøl spæld og so fram vegis.

Men nú er ein av tykkara kæru skyldur frá tykkum, og nú bera tit sorg og sakn, sum nívir hjørtu tykkara.

Gesturin er við at siga gáðanátt:

5. Tagnaður er teirra songur,
ein dag fóru tey avstað;
her er talið fult ei longur –

Verður fult tað har ein dag?

Gesturin sigur, ja, teirra songur er tagnaður, tey eru farin avstað. Heimið kennist tykkum tómt og kvirt. 

Gesturin spyr álvarsliga: “verður talið fult hin dagin?  “Í heimi tykkara er talið ikki longur fult”. Eymliga biður gesturin øllum góðanátt og sigur til seinast..

Verður talið fult hin dagin
uppi har, uppi har?
Stendur tilgjørt har og bíðar
bústað tær, bústað tær?

Jógvan Páll Sevdal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo