Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPAN: Landsstýrið ætlar at fáa uppskot um pensjónsnýskipan lagt fyri tingið og samtykt í hesi setuni. Men so skal arbeiðast skjótt, ásanna Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðharri, og Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri. Kynstrið er at fáa ein haldføran búskap og eina samhaldsfasta pensjón at virka hond í hond, men enn eru fleiri hugsjónarligir knútar at loysa.

Pensjónsaldurin, mótrokningin í inntøkum og øðrum veitingum og býtið millum eginuppsparda eftirløn og samhaldsføstu eftirlønina.

Tað eru stóru knútarnir at loysa, nú roynt verður at fáa breiða politiska semju um eina pensjónsnýskipan – enn einaferð.

Arbeiðið við pensjónsnýskipanini í politiska fylgibólkinum, sum við skiftandi manning meira og minni hevur verið til síðani nýskipanarabeiðið byrjaði í 2006, varð tikið uppaftur í januar.

Samgongan hevði upprunaliga sett sær fyri, at eitt uppskot til pensjónsnýskipan kundi leggjast fyri tingið í heyst, men tað verður ikki.

Tíðarneyð
Fyri summarferiuna løgdu Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðharri, og Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, eitt uppskot um pensjónsnýskipan fyri politiska fylgibólkin, og í heyst hava tær fundast við politisku flokkarnar ein og ein.

Meðan samráðst verður, fæst onki at vita um ítøkiliga innihaldið í uppskotinum hjá teimum báðum landsstýriskvinnunum, og hvørjir spurningar enn skilja partarnar.

Eyðgunn Samuelsen váttar tó, at ymsar meiningar eru í flokkunum, bæði av hugsjónarligum slag og meira praktiskum slag.

Í tilgongdini verða millum annað partarnir á arbeiðsmarknaðinum og Pensjonistafelagið eisini hoyrd.

Í politisku samráðingunum er annað fundarumfar við andstøðuflokkarnar nú um at vera liðugt.

- Nú mangla vit bara Miðflokkin, men síðani skulu vit gera status, áðrenn lógarsmíðið veruliga kann fara í gongd. Í so máta eru vit longu í tíðarneyð í mun til seinasta framløgudag í hesi tingsetuni, sum er 28. februar. Men eg vóni og vænti, at vit verða liðug til tíðina, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Samhaldsfesti
Hugsjónarligi skilnaðurin snýr seg mest um, í hvussu stóran mun føroyska pensjónsskipanin skal vera samhaldsføst – t.e býtið millum Samhaldsfasta (Hin Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin) og persónliga eftirlønaruppsparing.

Í eftirlønarlógini frá 2013 var leikluturin hjá Samhaldsfasta óbroyttur, men eftirlønaruppsparingin skuldi økjast ár um ár, til hon var komin upp á 15 prosent hjá øllum í seinasta lagi 1. januar 2028.

Fyri tey, sum frammanundan onga eftirlønaruppsparing høvdu, merkti lógin, at tey skuldu rinda eitt prosent til eftirløn í 2013 og síðani økja inngjaldið við einum prosentstigi hvørt ár fram til 2028. Sparast skal upp til eftirløn av bæði A- og B-inntøku.

Samhaldsfasti størri leiklut
Nýggja samgongan gjørdi tó eina broyting í hesum í fjør vetur. Hon minkaði grundupphæddina í fólkapensjónini og hækkaði samstundis útgjaldið úr Samhaldsfasta. Samstundis var økingin í eftirlønaruppsparingini sett á pausu í eitt ár, og tað eina prosentið, sum eftirlønaruppsparingin skuldi verið økt við í ár, fór í staðin til økt inngjald í Samhaldsfasta.

Næsta ár fer økingin í tvungnu eftirlønaruppsparingini í gongd aftur, soleiðis at eftirlønarinngjaldið aftur økist við einum prosentstigi tá og síðani ár um ár fram eftir, til tað er komið upp á 15 prosent – um aðrar broytingar ikki verða gjørdar.

Og tað er als ikki óhugsandi, at broytingar aftur fara at verða gjørdar í tvungnu uppsparingini í sambandi við eina pensjónsnýskipan. Tí í øllum førum í samgonguni eru fleiri, ið fegin vilja hava Samhaldsfasta at spæla ein størri leiklut og tvungnu uppsparingina ein tilsvarandi minni leiklut í einari framtíðar pensjónsskipan samanborið við tað, sum hevur ligið í kortunum.

Tí kann hugsast, at tvungna uppsparingin endar við at verða minni enn 15 prosent, tá hon er fult gjøgnumførd, men inngjøld og útgjøld úr Samhaldsfasta tilsvarandi størri.

Mótrokning
Ein annar stríðsspurningur er mótrokningin.

Eitt av teimum absoluttu høvuðsmálunum við yvirhøvur at gera eina pensjónsnýskipan er at tryggja langtíðar haldføri í samfelagsbúskapinum.

Tí er tað avgerandi, at skattafíggjaði parturin av pensjónsøkinum minkar. Og tá er tað sjálvsagt, at uppspardi parturin – tað veri seg tann persónliga eftirlønaruppsparingin ella Samhaldsfasti – má økjast, um støddin á samlaðu pensjónunum skal varðveitast ella betrast.

Fólkapensjónin er sett saman av einari grundupphædd og einari viðbót. Bæði grundupphædd og viðbót eru ymisk, alt eftir um talan er giftar ella stakar pensjonistar. Men viðbótin er skattskyldug og møgulig lønarinntøka verður mótroknað í henni – útgjøld úr Samhaldsfasta verða tó ikki mótroknað. Grundupphæddin er hinvegin skattafrí og kann ikki mótroknast í  lønarinntøku.

Samhaldsfasti er skattskyldigur, men heldur ikki hann verður mótroknaður í aðrari inntøku.

Ein persónur, sum er fyltur 67 og heldur áfram at arbeiða fulla tíð, fær tí í verandi skipan alla grundupphæddina og Samhaldsfasta omaná lønina. Tískil hevur viðkomandi nógv meira tøkan pening, enn áðrenn hann fylti 67.

Tað er tí rættiliga vist, at pensjónsnýskipanin fer at innibera, at almennu pensjónsveitingarnar í størri mun enn í dag fara at verða mótroknaðar í lønarinntøku.

Eisini her eru politisku meiningarnar rættiliga ymiskar. Onkur vil mótrokna longu í fyrstvunnu lønarkrónu, meðan onnur vilja loyva rættiliga stóra lønarinntøku, áðrenn mótroknað verður í pensjónunum. Uttan fyri Løgtingið eru tað serliga fakfeløg, ið krevja lagaliga mótrokning – ein mótrokningsfrí lønarupphædd á millum 60.000 og 100.000 krónur hevur verið nevnd.

Tað er tó onki, sum bendir á, at ein nýskipan fer at hava eina so so ógvusliga mótrokning við sær, at almannapensjónin kann detta heilt burtur.

Universalisma er nevniliga eitt hugtak, sum vanliga hevur nógv at siga í vælferðarhugsan, og hon gongur út upp á, at geva øllum samfelagsborgarum kenslu av bæði at fáa úr og gjalda í felags kassan.

Tað er eisini eitt av argumentunum fyri at gera núverandi skattafríar veitingar skattskyldugar og hækka tær samsvarandi.

- Vandi er fyri, at fólk kenna seg brennimerkt og sett uttanfyri sum samfelagsborgarar, um tey fáa veitingar ella løn, sum ikki verður skattað. Tí tað hevur týdning fyri fólk at kunna siga, “eg gjaldi mín skatt sum øll onnur”, sigur Kristina Háfoss.

Pensjónsaldur
Ein annar eymur spurningur er pensjónsaldurin, sum í dag er 67.

Fólk í vesturheiminum, eisini í Føroyum, liva longri enn fyrr og varðveita eisini arbeiðsheilsuna langt upp í árini. Tí hoyrast alt fleiri røddir tala fyri at hækka pensjónsaldurin.

Búskaparliga effektin av einum hægri pensjónsaldri er stór. Tí tá fara fólk bæði at rinda vanligan inntøkuskatt longri enn í dag og samstundis spara landskassan fyri almennu fólkapensjónina.

Á sama hátt kann Samhaldsfasti styrkjast.

Meðan samráðingar um nýskipanina eru í gongd, hava hvørki Eyðgunn Samuelsen ella Kristina Háfoss tó hug at siga, hvat tær halda, at pensjónsaldurin eigur at vera.

Eyðgunn Samuelsen leggur tó dent á, at um pensjónsaldurin verður hækkaður, so verður brúk fyri einari fleksiblari skipan.

- Tí sjálvt um støðugt fleiri eru væl før fyri at arbeiða, eftir at tey eru fylt 67, so fara tað eisini at vera fólk, sum eru slitin og hava tænt fyri seg, tá tey hava rokkið núverandi pensjónsaldri. Hesi skulu ikki tvingast at arbeiða, men sleppa upp á pensjón, sigur hon.

Útskotin pensjón
Ein variantur av hækkaðum pensjónsaldri er útskotin pensjón. Tað er, at fólk sjálv kunnu gera av at bíða eitt, tvey ella nøkur ár við at taka av pensjónstilboðnum, tá tey annars røkka pensjónsgevandi aldrinum. Afturfyri kunnu tey so fáa eina hægri pensjón, tá tey einaferð gevast at arbeiða.

- Útskotin pensjón er ein møguleiki í summum londum og vísir seg at rigga væl. Hesum hyggja vit eisini at í sambandi við nýskipanina. Núverandi ógvusliga mótrokningin í pensjónini stimbrar jú ikki hugin at arbeiða út um pensjónsaldur. Men tað vilja vit av fleiri orsøkum fegin at fólk gera, sum hava heilsu og orku til tað. Tí snýr pensjónsnýskipanararbeiðið seg eisini um, hvussu vit kunnu gera tað meira áhugavert hjá teimum, sum arbeiða, at halda áfram við tí, sigur Kristina Háfoss.

Fátækir pensjonistar
At fólk fegin vilja halda áfram við at arbeiða kann tó eisini skyldast ta keðiligu sannroynd, at summi hava verri ráð enn onnur at fara upp á pensjón, sjálvt um heilsustøðan sigur, at tey hava tænt fyir seg.

- Hagtøl frá Hagstovuni vísa tíverri, at tey, sum onki annað hava enn fólkapensjónina og kanska Samhaldsfasta – øll hava ikki rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta – hava lyndi til at detta undir fátækramarkið. Tí hyggja vit eisini eftir, hvussu hesi kunnu lyftast upp, og hvussu vit best møguligt tryggja, at ongir pensjonistar í framtíðini enda undir fátækramarkinum, sigur Kristina Háfoss.

Ingolf S. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo