Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Útlendis ítróttur

Hull váttar at Ryan Mason fekk skallabrot í dystinum móti Chelsea og er opereraður í kvøld.

– Støðan er stabil hjá Ryan, og met verður at hann verður á sjúkrahúsinum komandi dagarnar, skrivar felagið á síni heimasíðu seint í kvøld.

Hull-leikarin hevði ein álvarsligan samanstoyt við Chelsea-kapteinin Gary Cahill, tá ið 21 minuttir vóru leiktir av dystinum á Stamford Bridge.

Mason lá niðri í næstan 10 minuttir meðan hann fekk viðgerð, áðrenn hann var borin av vøllinum.

Chelsea vann dystin 2-0.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo