Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Tá stríð brast á í Myanmar í 2017 førdi tað til eina av størstu humaniteru kreppunum í nýggjari tíð. Síðani eru yvir 900.000 fólk flýggjað til landspartin Cox Bazar í Bangladesh.

Fátæksligu korini í flóttafólkalegunum gera at støðan hjá ungum gentum er serliga hættislig, og eru tær í vanda fyri at vera fyri m.a. kynsligum ágangi, barnaarbeiði, harðskapi, vantandi heilsutænastum og útbúgving, ólóligum menniskjahandli og at gerast barnabrúðrar.

Reyði Krossur Føroya hevur tí gjørt av at senda kr. 400.000 til Cox Bazar, ið skulu brúkast til eina verkætlan, ið virkar fyri at menna tryggleikan og trivnaðin hjá ungum gentum, og samstundis upplýsa tær og styrkja teirra førleikar at taka avgerðir, sum hava eina jaliga ávirkan á teirra lívsleið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo