Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Nú jólamánaðin er byrjaður, og jólaveitslur verða hildnar kring landið, so hava nógv fólk verið í býnum í nátt.

Løgreglan upplýsir fyri VP, at í tveimum førum vóru boð eftir teimum á skonkistøðum í Havn. Fyrru ferð fóru tveir mans til hendurs, og seinnu ferð fóru tvær kvinnur til hendurs.

Hálkan hevur viðført at fleiri fólk eru dottin, men onkur komu ikki á føtur aftur, tí løgreglan boðar frá nógvum avdotnum fólkum.

Eisini hevur verið húsaófriður í Tórshavn og Klaksvík, og ein persónur er tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo