Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum húsavørði til húsavarðatoymið hjá Vága kommunu at byrja skjótast gjørligt.

Ábyrgdarøki:
Húsavarðatoymið er í løtuni normera til 5 størv. Toymið hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum kommunalum bygningum.

Vit vænta av tær at tú:
•    Hevur góð samstarvsevnir
•    Hevur gott handalag
•    Dugir væl at loysa uppgávur
•    Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/lagdur og røkin.

Umsøkjarin skal kunna samstarva í toymi, men skal eisini vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

Umsøkjarar við royndum sum húsavørður og við handverkaraútbúgving ella líknandi kunnu hava ein fyrimun.

Tað er ein treyt at tann, ið settur verður, hevur koyrikoyrt.

Setanartreytir:
•    Talan er um eitt fulltíðarstarv
•    Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.
•    Lønin hjá húsavørðinum verður sambært sáttmálanum millum KAF og avvarandi fakfelag.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan fríggjadagin tann 15. desember 2017 kl. 1500 og skulu sendast til:  

Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
FO-360 Sandavági
vaga@vaga.fo

    
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 794405 ella leiðandi húsavørðin á telefon 794420.

Í Vága Kommuna eru bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes. Vága Kommuna hevur nógvar stórar bygningar, m.a. skúlar, barnagarðar og heilsudepil eins og fleiri smærri bygningar. Vága Kommuna hevur, eins og fleiri aðrar kommunur, samtykt eina yvirlýsing fyri arbeiðið hjá kommunum fyri burðardyggari menning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo