Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Politikkur

Í sambandi við Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2 hevur Fíggjarnevndin spurt Landsverk, hvussu er við sparing, framskundanini  og hvussu hon sæst aftur, og greið frá um, hví verkætlanin ikki verður bíligari.

Í svarinum sigur Landsverk, at Hvalbiartunnilin var í 2018-prísum mettur at kosta 225 mió kr.

- Við eini framskriving á 3% árliga, har játtanin varð býtt yvir 4 ár (2019-2022), var samlaði prísurin 272 mió. kr. 
 
- Tíverri eru tær 7 mió kr., sum longu vóru brúktar til projektering, arbeiðsveg og aðrar fyrireikingar (2016-18) taldar við talið í verklagslógini. 
 
- Við at framskunda játtanina ber til at spara útreiðslur til byggipláss, prístal, verkætlanarleiðslu, eftirlit o.a., men vit hava sáttmálabundið okkum til, at arbeiðið hjá Articon varðar hesi árini, sum verklagslógin eisini leggur upp til.

- Tað krevur eina neyvari útgreining at siga, presist, hvussu nógv verður spart frá landsins og arbeiðsgevarans síðu við at framskunda verkætlanina, sigur Landsverk.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo