Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Krutl

At knappar gera fólk klikkað er nú prógvað í handilsvinnuni.

Í Singapor er nethandilin SuperGurl, sum selur klæði til kvinnur.

Fríggjadagin í farnu viku, tá nýggja søluátakið Black Friday varð hildið um allan heim, valdi SuperGurl at lýsa við einum ljósareyðum knappi, sum í staðin fyri at siga vælkomin í handilin, segði:

”Rape us now!”

Við síðuna av ljósareyða neyðtøkuknappinum var ein ung genta, sum avgjørt er klár til tað, sum knappurin leggur upp til.

Nú angrar handilin, og biður um umbering fyri at vera farin ov langt í marknaðarføring.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo