Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hetta kom mær til hugs, nú so nógv verður skrivað um ætlanirnar við teim 15 milliónunum koma fram fyri almenningin, hon er kanska tann einasta, sum veruliga kann trýsta á tann reyða knøttin, soleiðis sum parlimentariska støðan er beint nú, og eg hugsi serliga um púra øru ætlanirnar við læknamiðstøðini hjá tí annars fryntliga borgarstjóranum.

Men her er hann heilt vist blivin villleiddur ógvuliga snildisliga av Sirið Stenberg, hon saman við centralistunum í heilsumálaráðnum hava somu dagskrá, sum tey hava havt í ára tíggjur, og tað er á ein ella annan hátt at niðurlaga okkara sjúkrahús.

Hesaferð er tað við hjálp frá okkara egna, men sum tíverri ikki duga at gjøgnumskoða hvat hendir.

Hetta er ein royndarætlan, og alt skal leggjast út á sjúkrahúsið, men um so er, hví spyr ongin hvat næsta stigið er, skulu so kommunulæknarnir í Havn allir út á Landsjúkrahúsið?

Er tað nakar sum hugsar so lítið, at hann trýr tí, og kanska Tvøroyri, men hvar so, er eldraøkið ikki akkurát yvirtikið, hvar skulu hesar royndarætlanir førast víðari?

Nei, hetta er ongin royndarætlan, men tíverri enn einaferð ein ætlan, at oyðileggja tað sum virkar í Klaksvík.

15 milliónir skulu brúkast til at tøma eina vælvirkandi læknamiðstøð, oyðileggja eitt vælvirkandi røktarheim, fyri síðani at kroysta nakrar kommunulæknar inn har, væl vitandi, at nú er endamálið nátt, Klaksvíkin er sett fleiri ára tíggju aftur í tíðina.

Mugu tey ætla at hava bussar koyrandi frá miðbýnum, tí parkering er ongin har úti sum er.

Sum eg byrjaði, hvar er Óluvá, hon kann, um hon, vil siga við sína partakvinnu, at nú er nokk nokk, og steðga hesum vitleysu ætlanum úr Havn.

Magni Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo