Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Føðin sveik seinast í 80'unum, og fyrst í 90'unum var ongin toskur, hýsa ella upsi at fáa við Føroyar, og gýtingarstovnurin hevði ongantíð verði so lítil tey seinastu 100 árini. Men í 1994 til 1997 kom nógvur 50-80 cm toskur inn á Føroysku grunnanar.

Fiskifrøðingar søgdu í 95 at tað var nógvur toskur her. Men onga frágreiðing, hví ella hvar toskurin kom frá.

Fiskifrøðingar hava síðani 2005 at gýtingar stovnurin av toski er søguliga lítil. Men í 2010-11 bleiv so ónatúrliga nógv av 1 og 2 ára gomlum smáfiski W- og N-fyri, sí kunngerð 94 frá 2011. Har blivu fleiri stór økið stongt í nakrar mánaðir. Tí at útróðrarbátar fingu so nógvan smáfisk har.

Tað er einastu ferð, at eitt økið er friða fyri húk, vegna ov nógvan smáfisk.

Aftaná eitt langt liggjandi illveður á heysti í 2011, var allur fiskurin burtur. Á sumri 2015 byrjaðu snellu og trolbátar aftur at fáa góðan og feitan fisk, sum var 50 – 75 cm langur, og nakað av størri fiski.

Fleiri útróðrarmenn halda at tað er hesin fiskurin sum er komin aftur nú.

Eitt sum er áhugavert er, at nógvur svartkalvi bleiv at fáa á djypri vatni 2-3 ár áðrenn fiskurin kom aftur í 1994 og eisini nú.

Yvurfisking hevur altíð fingið skyldina. Men aftaná at flotin næstan er burtur, byrja fiskifrøðingar at lurta eftir fiskimonnum, og eisini kanna náttúru viðurskiftini. 

Um man hyggur fleiri 100 ár aftur í tíðina, so sær man góð fiskiár og ár við fiskaloysi. Tað vísir seg at tað eru bert onkrir góðir árgangir, sum koma undan. Kanska 1 - 2 av hvørjum 10. Og tað er sum oftast tá gýtingar stovnurin er sera lítil.

Nakrir spurningar, ið eiga at verða kannaðir betur.

Vóni at Havstovan kemur einum við svarið

- Etur makrelurin yngulin?

- Etur sildin eggini?

- Reka egg og yngul við streyminum og blíva burtur?

- Er tað hitin í sjónum, sum er galið við?

- Hvar bleiv smáfiskurin av, sum var her í 2011?

- Fiskurin er stórur og feitur hvar hevur hann fingið føði?

- Er tað føðin sum toskurin nú komin aftur eftir?
                                                                                                                                                               Vestmanna 27. 01. 2016
Eyðun Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo