Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Summir magalomanir føroyingar eru tey síðstu árini farnir at halda, at teir eru førir fyri at føra eitt slag av uttanríkispolitikki, og tí hava vit fingið ein Uttastovu-ministara, og tað má so vera hansara fremsta endamál at kyrra teir, umskylda og forklára øðrum londum okkara ætlanir og atburð, sjálvt tá ið okkara handlingar  tykjast óforstáiligar og rættiliga surrealistiskar.

Magni Arge, sum er valdur sum eykamaður á Tað danska Fólkatingið til BARA at RØKJA FØROYSK ÁHUGAMÀL í DANMARK, er nýliga farin langt út um sína politisku portefølju, og er ósmæðin farin at føra sín heilt privata uttanríkispolitikk í Kjøpinhavn við danskari fíggjarhjálp.

Hetta er eitt nógv meira álvarsamt mál, enn dilettanturin Arge kann forstanda.

Hann er við at lata slúsurnar uppaftur fyri reinari politiskari separatismu, sum Europa heroiskt royndi at  sleppa undan og beina fyri, aftaná Annað Verðins-kríggj!

Hvis Magni var eitt sindur søgusterkari og meira búgvin, hevði hann vitað, at næstan øll kríggj og tað mesta blóð, sum er runnið í Europa hevur havt við separatistiskar handlingar at gera.

Politisk separatisma førir altið til konfliktir, blokadur ella kríggj, hvis hon ikki verður loyst við skilagóðum diplomati.

Tað er altavgerandi, at øll, uttan teir ósamdu og stríðandi partarnir steintiga og ikki leggja uppí!

Men ta regluna hevur Magni longu brotið við at gera Føroyar til aktivan part í eini diplomatiskari konflikt.

Magni saboterar ta neutralu rolluna, sum øll onnur lond í Europa respektera.

Tí er tað  lívsneyðugt, at Spanien fær greið boð frá okkara sonevnda Uttastovu-manni, at hann og Føroyar ikki solidarisera seg við ella taka ábyrgdina av tí politiska hvessinginum, Magna Arge.

Ikki fyrr enn uttanministarin hevur gjørt tað, kann Tað spanska Kongaríkið vita, um tað  er einstaklingurin Arge ella føroyskir myndugleikar, sum standa aftanfyri tað politiska herverkið, sum Arge roynir at fremja í landnyrðingshorninum av Spanien.

Men ENN hava vit einki "pipp" hoyrt frá okkara Uttan-ministara. Tvørturímóti.

- Hann vaskar febrilskt sínar hendur og er farin ørindalyesur til Japan at jagla sushi við onkrum ministara, sum hirðir at hitta hann sum gánandi turist.

Tað er einki akutt mál millum Japan og Føroyar, - men tað er ein brandaktuell gøla millum Magna Arge og  Tað spanska Ríkið.

Gamalt er, at har, sum maður ikki er sjálvur, er hann ikki meira enn hálvur.

Skal man meta okkara uttastovuministara eftir hesum orðataki, er hann aftur alvorliga dumpaður, tí var hann førur fyri sína uttanpolitisku uppgávu og avbjóðing, so leyp hann sushi og Japan um og fór við fyrsta flúgvara til Madrid og bað eyðmjúkliga um ein fund við tann gløgga og tolna spanska statsministaran Rajoy.

Men Poul Michelsen er ein kujón og torir ikki til Spanien, so hann velur heldur at krógva seg sum ein skulkandi smádrongur í Tokyo.

Restin av landsgonguni eru eisini statistar, og tey hyggja passivt at, meðan Arge vaðsar so langt, at hann skjótt ikki grynnir meira. 

Hesin ússaligi passivitetur frá Landsgonguni má fáa Spanien til at halda, at allar Føroyar tiga og harvið samtykkja, at føroyskir veljarar hava deponerað sín politiska vilja hjá einum naivum eykamandati á Tí danska Fólkatinginum, sum soleiðis hevur tiltuskað sær diktatoriska makt til at umboða ALLAR føroyskar veljarar!

Støðan í Madrid er AKUTT, meðan støðan í Tokyo er heilt stabil!               

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo