Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Lesarin skrivar

Eina ferð byrjaði eg mítt lívsstarv á sjónum. Tað var einasti møguleiki tá.  Skuldi tú velja nakað annað, enn sjólívið, so mátti tú vinna fyri útbúgving v.m. fyrst. Og inntøkan kom av sjónum.

Í hesum sambandi komi eg um tankar umstøðurnar hjá reiðaríunum tá: Byrjaði hjá "Garðamonnunum" við Jóhonnu í 1957. Onki ríkidømi. Næsta var hjá Kimbil" við Beinir, og ljósu útlitunum hjá nýggju línubátunum, men sami endi. Síðan við Marite hjá "Uttara handli" Onki ríkidømi. Endaði í 1960 við "Norðstjørnuni" hjá Torvald Andreasen, og enn minni ríkidømi!

Av hesum royndum, eg tá fekk, so var tað "lovaða landi" við nýggju stásiligu línuførunum, men útsjóndin skapar ikki nokk av ráðvøru, og tað úrslitið kenna vit øll!  Ella gera vit?

Eg endaði sum starvsfólk í Føroya Sparikassa. Hesin peningastovnur hevði ikki nógv við fígging av vinnutólum at gera, men helt seg meiri til trygg virði í sethúsum og jørð.  Kortini varð ikki sørt játtað til eginpening í vinnuni við trygd í frívirði í ognini, og haðan fekk ein ávísa kunning um gongdina í vinnuni.

Leiðslan í Sparikassanum helt tað vera neyðugt hjá okkum starvsfólkum at kenna nakað til jura, og tí varð skipað fyri einum skeiði í  lóggávu, fyrisitið av advokati Magnus S. Petersen.

Hann skipaði fyri undirvísingartilfari og skúlagongd.

Gjørdar vórðu viðkomandi uppgávur. Og hjálagt vóru lógarreglur og dømi um úrslit av falnum dómum í líknandi málum.

Tá vit næmingar næsta dag komu við okkara niðurstøðum, sá hann beinanvegin, at vit høvdu hvørki lisið "lógina" ella umhugsað úrslitið av dómum í líknandi máli.

Tá eg varð spurdur, hvat eg bygdi mína støðu á í mínari avgerð, helt eg, at hatta segði mín sunna fornuft!  Men hann helt fyri: "Hevur tú hugsað teg nóg væl um"?

So fóru vit nærri inn í uppgávuna, og við at hyggja at galdandi lóg, við at hyggja eftir viðkomandi dómum, so mátti eg ásanna, at mín niðurstøða ikki bygdi á haldgott grundarlag!

Hetta kom mær í huga, nú politiskar avgerðir verða tiknar av fólkum, sum eru eins illa kunnug um fisk og vinnulív, sum eg var í jura, men munurin er, at mín væntandi kunning ikki fekk nakrar keðiligar og grundleggjandi fylgir, men verri er hjá fiskivinnuni!

Eyðun Mohr Viderø
07. 11. 2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo