Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Annika Olsen, borgarstjóri, á Facebook: Nú Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging i Føroyum og harvið sigur nei takk til at lyfta okkara samfelag fram á leið, er spurningurin komin til, um vit ikki politiskt eiga at hyggja nærri at Betri samtakinum.

Okkara pensjônspengar fara beinleiðis av landinum til danskt felag, sum siðani setir okkara pengar i lánsbrøv herímillum til donsk íbúðarbyggjarí.

Hvat er meiningin við hesum?

Av teimum 10 milliardunum, id liggja i teimum føroysku pensjónsgrunnunum kemur so at kalla onki aftur til tað føroyska samfelagið og føroyska fólkið.

Er tað ómegd, undanførsla ella manglandi vilji, tá Betri sigur seg ikki kunna leggja eina krónu eftir seg til føroysk byggjari?

Sjálvandi skal vit og skil til, sjálvandi skulu okkara pensjónspengar tryggjast, men at nakrar mió ikki kunnu koma føroyska samfelagnum til góðar og harvið byggja okkara land, tað keypi eg ikki!

Haldi veruliga tað er synd fyri stigtakararnar handan Heimbýli at endin skuldi blíva hesin, tað vóru fólk, ið høvdu dirvi og hegni at gera íløgur í føroyska samfelagið.

Spell at Betri legði sina køvandi hond yvir hetta, skrivar Annika Olsen á sínum Facebook vanga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo