Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Lesarin skrivar

Føroysk feløg hava síðan 2007 sett nógvan pening í “Globe Tracker”, sum bara hevur givið hall og kostað Føroyska samfelagnum íløgupening.

Nøkur av feløgunum, sum hava mist pening, eru: 

Far-Invest (Føroya Tele), TF-íløgur (Betri), Framtaksgrunnurin, Royndin (“LÍV 3”  & “LÍV”), Smyril-Line, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Fremherji, Norðoya Íløgufelag og “GT 6. January 2017 ApS”.

Núverandi eigarar í “Globe Tracker” eru: P/F Royndin(5-9,99%), Norðoya Íløgufelag(20-24,99%), P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag (10-14,99%), P/F Tryggingarfelagið Lív (15-19,99%), Sp/f Framherji (10-14,99%), Sp/f Smyril Line Agency (5-9,99%), Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur (5-9,99%) og GT 6. January 2017 ApS (15-19,99%).

Stjórn / Nevnd í “Globe Tracker”:  Jákup Lamhauge (Direktør), Johannus Gunnar Egholm Hansen (Formand), Olavur Ellefsen og Jóan Hendrik Egholm búsitandi í Keypmannahavn.

Íleggjarin “GT 6. January 2017 ApS” hevur hesar ánarar: James William Davis í USA (10-14,99%), Sp/f TF Íløgur (Betri 25-33,32%), P/F Royndin (25-33,32%) og P/F Norðoya Íløgufelag (25-33,32%).

Stjórn / Nevnd “GT 6. January 2017 ApS”:  Jákup Lamhauge (Direktør), Kaj Andreasen (Formand), Jan Jakobsen og Annika Sølvará.

“Royndin” og “Norðoya Íløgufelag” eiga í báðum feløgum og gera sostatt íløgur beinleiðis og óbeinleiðis.

James W. Davis, Asheville North Carolina, USA stovnaði upprunaliga felagið.

Michael Paul Reveal búsitandi í Hoyvík hevur verið við í mong ár, somuleiðis Jákup Lamhauge í Hoyvík og Johannus Gunnar Egholm Hansen búsitandi í Keypmannahavn.

Felagið, ella rættari feløgini, hava havt ymiskar bústaðir og ymisk nøvn (m.o. “NEMREG SK1 ApS” og” Globe Tracker International ApS”).

Dimmalæting skrivar tann 31-07-2018 m.a. soleiðis í greinini “Royndin gevur hall”:

“Globetracker – er eitt felag, sum arbeiðir við at menna skipanir, ið kunnu spora vørur undir flutningi, og hevur fingið íløgupening frá einum hópi av føroyskum íleggjarum,. .  . Úrslitið hjá Globetracker í fjør var 17 milliónir í halli og eginpeningurin minus 28 milliónir, so Royndin hevur niðurskrivað hesa ognina til eitt roknskaparligt virði á eina krónu.”

Hvussu ber tað til at Globe Tracker ApS hevur trupult við at selja sína tænastu, samstundis sum teir eru dugnaligir at selja seg sjálvar til føroyskar íleggjarar?

Hvussu gevur henda íløga meining fyri íleggjaran?

Tórshavn, tann 08-08-2018
Andrass Skaalum

Megin kelda: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo