Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Kring landið sita stovnsleiðarar, saman við sínum starvsfólkum, og kýta seg fyri at halda ta játtan teim er tillutað.

Hildið verður aftur í rakstrinum á mongum øki, tí játtanin skal halda – verður sagt av politiska myndugleikanum.

Grundupphæddin í fólkapensjónini kann ikki hækka – tí tað kostar ov nógv, verður sagt av politiska myndugleikanum.

Hesin sami myndugleiki, ið hevur mist fíggjarliga tamarhaldið.

Glasir er eitt ræðandi dømi um manglandi fíggjarliga stýring.

Her mátti landsstýriskvinnan leggja frá sær.

H-bygningurin á LS eitt annað dømi um manglandi fíggjarliga stýring.

Man landsstýriskvinnan noyðast at leggja frá sær?

Ella er upphæddin her (80 mill) ov lítil í mun til Glasir?

Hvar gongur markið?

Hvar er Fíggjarmálaráðið í øllum hesum sum gongur fyri seg?

Hvat skulu stovnsleiðarar og starvsfólkini kring landið halda um slíka fíggjarstýring, sum tykist at taka støði í einum hugburði, sum sigur: “Brúka bara - tað gongur nokk”

Fortreytin fyri sjálvbjargni er at vit duga at húsast skynsamt og megna at hava fíggjarliga stýring á egnum viðurskiftum.

Tí má tamarhald aftur fáast á fíggjarstýringina og hvussu skattgjaldarans peningur verður umsitin.

Tordur J. Niclasen
fv. stovnsleiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo