Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Altíð bagir illa barni okkurt! Fyri at finna okkurt  primitivt lóður móti Danmark, er tann desperata frúgvin Háfoss nú farin at brigsla danskarum, at teir ikki spyrja í Tinganesi hvørja ferð, teir skullu til arbeiðis í Fólkatinginum.

Hon heldur, at Danmark setir lógaruppskot fram, sum kunnu viðvíkja Føroyum, uttan fyrst at biðja um lov í Tinganesi.

Hon heldur tað vera ein parlamentariskan skendsil,at danskarar føra politikk, uttan um Tinganes. Hetta  má vera eitt slag av megalomani hjá hesi undarligu frúnni, heilt analogt við, tá ið Høgni Hoydal gramdi seg um, at Danmark var farið í kríggj í Miðeystri, uttan fyrst at biðja hann um lov.

Heldur Háfossurin, at England biðjur um loyvi í Skotlandi ella Norður-Írlandi, áðrenn teir tora at leggja eitt lógaruppskot fram í Parlamentinum?

Hetta "málið" er óneyðug træta og ein jánkaslig roynd at skvagga deyðavatnið í tí politiska dunnuhylinum hjá tí ódugiligu samgonguni.

Ein vinarlig telefonsamrøða til Christiansborgar, eitt stutt mail ella eitt sms hevði kunnað loyst hetta málið fyri ta desperatu og gremjandi Háfrúnna, men hon velur heldur at fara út og knarra, hálvgráta og jamra seg fyri fjølmiðlunum.

Eingin í Danmark vil henni nakað ilt, og ynskti hon at samráðast um hesi mál. vóru tey  loyst beinanvegin og problemfrítt..

Men fossa-frúgvin velur heldur konfrontatiónina og heldur seg vera øgiliga raska, hvis hon kann fáa onkra nationalistiska gølu burtur úr einum evarska pinkulítlum bagatelli

Men so er eisini ein heilt onnur leið, sum frúgvin heilt ignorerar:

Vit hava tveir samgongu-politikarar, sum báðir  sita í Tí danska Fólkatinginum. Teir kundu sera lættliga fylgt við og áttu eisini at orientera ta óvitandi fíggjarfrúnna Háfoss og tann helst líka so óvitandi  løgtingsformannin um hvørt einasta danskt lógaruppskot, sum viðvíkir Føroyum og so fingið Løgtingið at tikið tað upp heilt simultant. Hvar eru teir?   

Hava teir báðir fólkatingslimirnir  snorksovið ella hava teir skulkað, tá ið hesi famøsu uppskot eru komin til viðgerðar?

Nei, allarhelst hava teir verið so kódnaðir í sponskum innanríkispolitikki, at teir ikki hava havt stundir til at fyrireika ta ekstremt "óvitandi" fíggjarfrúnna um eventuell donsk lógaruppskot, sum  kanska  áttu at verið tikin upp í Løgtinginum.

Annars hevur okkara anorexia-befongdi løgtingsformaður somikið lítið at gera fyri sína astronomisku inntøku, at tað var ikki meira enn rímuligt, at tann fýrurin fylgdi somikið frægt við í ríkispolitikki, at hann visti, nær eitt lógarmál eisini átti at verið tikið til umrøðu í Løgtinginum.

Men hann er ikki júst kendur fyri at vera minni dovin enn fíggjar-fossurin.

Tað má virkuliga vera møguligt hjá samgongufólki at  taka seg somikið saman, at tey reagera so skjótt sum eitt lógaruppskot, sum viðvíkir Føroyum, kemur í Fólkatingið og so beinanvegin fáa tað í Løgtingið eisini.  Størri problem er tað ikki, og hetta er ein sjálvfylgiliga naturlig uppgáva fyri teir báðar fólkatingslimirnar, hvis løgtingsformaðurin og fíggjarfrúgvin ikki sjálvi orka at fylgja við.

Tað er eingin grund til paranoia, desperatión ella undirlutakenslu í hesum máli.  

Men tað, sum umræður, er at fáa brigsla Danmark, at fleiri føroyskir parlamentarikarar eru eiðasørir politiskir blóðletingar.

Tað er uppá tíðina, at samgongan steðgar tí paranoidu fíggjar-frúnni og hennara fossandi orðaskvaldri.ð

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo