Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Suðringar og Nólsingar skulu gjalda fyri Spógvan.

SSL og Samferðslumálaráðið keyptu herfyri Spógvan sum kostaði, tá ið hann sigldi 3 mill. og aðrar 3 milli. skulu til rakstur, tí manglar SSL nú 5. mill.

Hetta skuldi ikki ávirka nakað, tí hetta var goldið av rakstrinum, tí kemur henda rokningin nú.

Sitandi samgonga strikaði nýggja Nólsoyarskipið, sum undanfarna samgonga hevði samtykt og nú hækka teir ferðaseðlaprísin til Nólsoyar, hvat hava nólsoyingar gjørt sitandi samgongu?

Sitandi samgonga skuldi javnstilla ferðaseðlaprísirnar, so at øll gjalda tað sama, uttan mun til, hvar í tey búgva.

Hetta er tað tey kalla samhaldsfesti.

SSL-fan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo