Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Vit eru mong, ið eru glað um at Jóhanna Katrina siglir inn og út við veiðu.

Hóast tað var hugtungt at síggja, at hon lá svínabundin við kei fleiri vikur í bestu veiðitíð, orsaka av at bíða var eftir loyvi at fiska.

Eisini er gott at síggja at Snarfrost er ígongd aftur.

Men Frank. Koyr eitt sindur longur.

So sært tú vegastrekki, har eykaskattur verður lagdur á Vágoynna.

Fyri at koyra eftir 5 km av vegi til oynna, skulu serliga Vágafólk gjalda eykaskatt, ið árliga svarar til tað onnur skulu gjalda fyri at koyra eftir restini av vegakervinum hjá landinum, ið er 100 ferðir longri við nógvum brúgvum og tunlum.

Norðoyingar tað sama um Leirvíksfjørð.

Hóast undanfarna samgonga gav boð um at eykaskatturin skuldi avtakast, so gav Henrik Old, javnaðarmaður, kontraboð og kravdi, at eykaskatturin skuldi halda á, hóast tunnilin er útgoldin.

Hevur tú tosað við tíni fólk um hetta órættvísið?

Og hevur tú gjørt greitt, at hetta órættvísið skal steðga?

Og hvat hevur Javnaðarflokkurin at siga til tað?

Gleði meg at hoyra svarið - áðrenn valið.

Her átti bert at verið eitt svar.

Diskrimineringin av Vágum skal burtur eins og bummurin.

Sambandsflokkurin avtekur aphartheit skattin til Vágoynna eftir valið.

Tí er Sambandsflokkurin eitt sera gott val, ikki bert fyri Vágoynna, men fyri Føroyar.

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo