Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Var á netinum og hugdi eftir Degi og Viku seinasta fríggjakvøld. Har sá eg eina sera rúmliga sending, har tíðindadeildin hevði gjørt sær ómak, at finna eitt ferðafólk ið av einum mistaki í bókinarskipanini hevði lista hana sum standbay.

Hetta hóast viðkomandi hevði vanligan ferðaseðil. Men tá saman um kom, vóru 3 pláss eftir, soleiðis hetta ferðafólki slapp við við, uttan aðrar trupuleikar.

Tá ein hugsar um tey 280.000 ferðafólkini ið ferðast um árið, so skuldi ikki verið neyðugt, at spunnið eina søgu burtur úr hesi hending

Ì staðin fyri dramatiserar tíðindadeildin hesa hending. Sjálvur stjórin í A.A. verður leiddur inn í stovuna hjá hyggjarnum,  alrahelst uttan at hon kann hava sett seg inn í hetta fyri  tíðindafólkini so sera álvarsliga mál.

Fyristilli tykkum um eitt heilt sjónvarpslið frá Danmarks Radio, hevði farið á vitjan hjá einum ferðafólki, har bókingarskipanin vísti Standbay, samstundis sum sama ferðafólk í øllum góðum kom heim í sama flogfari. Álvaratos, hetta er langt úti

Sambært jn.fo hevði Atlantic Airways  í dag 25.05.17.  5 komur og 7 fráferðir.  Samstundis avlýstið SAS sum ikki einaferð flúgvingina til Føroya, hóast YR segði góð floglíkindi seinri um dagin. Og so bleiv.

SAS bant um heilan fingur, samstundis sum SAS gav teimum 100 ella 150 ferðafólkunum fingurin, uttan at fara á flog úr Kastrup. Kenna vit ikki okkum aftur, frá gamlari tíð. Marsk-air avlýsti ferð aftaná ferð, tí sambært teimum var mjørki í Vágum orsøkin, hóast tað var bláur himmal, og brennandi sól í Vágum.

Haldið at Dagur og Vika eigur at gera eina eykasending í morgin, væl at merkja um SAS gerð eina roynd at lenda í Vágum. Aftan á tveir dagar er flogfarið  helst fullsett av ferðafólki, ið fegin vilja gera nakrar viðmerkingar til Degi og Viku, hvør orsøkin er til, at Atlantic hevð 7 komur og 12 fráferðir, meðan SAS flogfari var standandi í Kastrup, ella var brúkt til aðrar flogleiðir.

Tykist løgið, at hóast SAS hevur avlyst fleiri ferðir, so hoyrist ikki eitt kis. Samstundis sendir tað almenna Kringvapið eitt sjónvarpslið, út á geilar, orsaka einum banalum mistakið í eini bókingarskipan.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo