Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Ein undrandi føroysk opinión hevur nýliga frætt um eina idiotiska ministara-kanning, sum ein inhabil "kanningar-kvinna" hevur broderað hektiskt uppá í hálvtannað ár afturfyri snøgga hálva aðru millión.

Tann seinføra jura-kvinnan var frammanundan ovurfús ørindagenta hjá fiska-ministaranum í eini "ad hoc-kommissión", sum ministarin skipaði, tá ið hann vildi hava pressað sítt desperata uppskot um auktións-projektið ígjøgnum..

Henda kvinnan bleiv sett til at kanna nøkur mail, sum ministarin segði seg hava "mist", lorkað burtur ella slett ikki sæð, so hann einsamallur í sínum gáloysna ministerium visti minni um ein ólógligan tilburð, enn tey allarflestu á gøtuni annars gjørdu.

Ein slík kvinna átti at verið alt for inhabil til at kanna tey "horvnu" mailini hjá tí klossuta ministaranum.

Hvat barslaði nú henda kanningar-kvinnan við eftir SO drúgva tíð?

Jú, har kom eitt politiskt neyðaregg burturúr, men tað er ikki meira komplicerað enn, at ein gløggur juristur hevði klárað tað uppá ein góðan døgurðatíma.

Har er næstan eingin  juridiskur substansur í, men man konkluderar eftir ovurmikla orðarúgvu, politiskar digressiónir og nógv uttanumtos akkurát, sum man hevði ætlað sær  uppá forhond.

Ministarin er sjálvandi, sum vant heilt "ósekur" og reinskúraður sum ein republikanskur barnagumpur.

Tann "forfylgdi" teflon-ministarin hevur einki skeivt gjørt.

Tað ger hann jú  ongantíð!

Tey mail, hann hevur fingið, hevur hann hvørki sæð ella hoyrt nakað um, og eru tey komin, so má onkur hava strikað tey, áðrenn ministarin sá tey.

- So tað má vera ein grúilig sugga í fiskaministara-umsitingini.

Stupid konklusión
Men eftirsum fleiri embætisfólk hjá hesum sama ministara hava fingið mailið og ikki blakað tað burtur, so hava tey noyðst at orienterað tann dølska ministaran um innihaldið í mailunum, men tað minnist ministarin heldur einki um!

Tað er grov skuldseting frá analysu-kvinnuni  móti embætis-manningini í tí distræta og illa-kommunikerandi kabinettinum.

Stupidari og korruptari konklusión er ikki feld, sjálvt í Guatemala ella Norður-Korea, so kanningin kann beinleiðis karakteriserast sum juridisk neyðtøka av øllum logikki í tí ministeriellu umsitingini.

Men mail-málið verður eitt herviligt postludium fyri embætisfólk.

Kannikvinnan illgitir jú beinleiðis, at embætisfólkini eru bæði dølsk og korrupt, síðani tey ikki hava fortalt tí "óvitandi" minstaranum um mail-innihaldið.

So tey mugu nú reinsa seg!

- Antin leggja tey sak móti kanningar-kvinnuni fyri ærumeiðing ella má leggjast sak móti teimum fyri embætisforsømilsi, tí tey hava "dult" mail-innihaldið fyri tí ekstremt gáloysna ministaranum.

Er ministarin blindur og dulur, ella hevði hann hoyrivernd, og bind fyri eyguni, tá ið tey orienteraðu hann?

Hesir spurningar eru ein logiskur konsekvensur av tí bizarru kvinnukanningini!

Tað mugu sjálvt høsnarhøvdini í tjóðveldis-sektini kunna forstanda.

Framtúrar ministarin í síni óhoyriligheit, má Løgtingið senda hann til eygna- og oyrnalækna ella veita øllum, sum vilja tosa við henda fjara  forstokkaða og minnisveika ministarin, eina ovurvaksna megafon, sum kann hoyrast um alt Tinganes.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo